

Eitt fólk hevur latið lív eftir eina ferðsluvanlukku sum er hend á landsvegnum ímillum Áir og Hvalvík í morgun.
Politiið fekk boðini klokkan 09.25.
Tveir bilar, sum koyrdu hvør sín veg, rendu saman. Eitt fólk var í hvørjum bili, og annar bilførarin lat lív.
Politiið hevur ikki fleiri upplýsingar um hendingina í løtuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo