Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Tað er ongantíð so týdningarmikið og aktuelt sum nú at fara undir veruligar fyrireikingar at byggja ein Suðuroyartunnil.

Hesin tunnil má koma innan fá ár ella skjótast til ber, annars vænti eg, at Suðuroyggin ikki kemur at fáa lut í tí menning og vøkstri, sum er í samfelagnum annars.

Ein samanbinding av Føroyum, øllum størri oyggjum, er eitt "must" og eru vit næstan komin á mál - nú manglar bara Suðuroyggin.

Tað má finnast ein tryggur og bíligur fíggingarleistur til hesa størstu íløgu nakrantíð í samferðslukervið í Føroyum.

Hesin fíggingarleistur má fyriliggja, áðrenn farið verður víðari við prosjektinum, soleiðis at mann ikki stendur uttan tað mest vitala, tá upplýsingar og tøl koma endaliga á borðið, t.v.s. ein fíggingar- og lániloysn má finnast - ongantíð ov skjótt.

Eg havi leingi hildið, at hetta er ein prosjektuppgáva, sum vit eiga at heita á donsku stjórnina um at hjálpa okkum við, so vit kunnu fáa eina langtíðarfígging til lægstu rentu, og sum bara lond við góðum kredittvirði kunnu fáa, t.d. Danmark.

Vit vita, at danir eru hjálpsamir at fíggja flogvallir og menna infraskipanina í Grønlandi - ein annar partur av Ríkisfelagsskapinum. Ein kann spyrja, hví ikki eisini finna strategiskt skilagóðar loysnir fyri Føroyar og føroyska samfelagið.

Um landsstýrið er positivt sinnað at royna ein slíkan leist, vil eg, um eg verði valdur á Fólkating, gera mítt ítasta til, at ein slík loysn kann gerast veruleiki.

Set X við

Johan Dahl
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo