Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-220/2021 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um Húsarhaldsskúla Føroya.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin sær í Løgtingið at dagføra lógina um Húsarhaldsskúla Føroya beinanvegin á Ólavsøku?

2. Nær verður spakin settur í til nýggja Húsarhaldsskúlan?

Svar
Til 1: Ætlanin er at leggja fram broytingaruppskot um at hækka stuðulsupphæddina í løgtingslóg nr. 68 frá 9. mai 2019 um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Hetta verður gjørt so skjótt sum greiða er fingin á viðurskiftunum, sum síðstu tíðina eru umrødd millum skúlan og tey, sum skulu fíggja verkætlanina. Væntandi kann broytingaruppskotið verða lagt fyri Løgtingið beint eftir Ólavsøku.

Talan er um eina stóra verkætlan fyri Húsarhaldskúla Føroya, sum krevur umrøðu og umhugsni.

Tá ið tað kemur til meirkostnaðin, so er hann í høvuðsheitum knýttur at innkomnu tilboðunum uppá byggingina, ið eru væl hægri enn metti kostnaðurin sambært heimildarlógini.

At hartil stórar príshækkingar hava verið síðstu mánaðirnar, er ein støða, sum allar byggiverkætlanir mugu fyrihalda seg til.

Av tí at tað eru fleiri partar, sum skulu fíggja verkætlanina, er neyðugt at fáa greiðu á, hvussu meirkostnaðurin av byggingini kann fíggjast. Arbeitt verður við hesum spurninginum.

Til 2: Tað er ikki Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum er byggiánari men Húsarhaldsskúlin, sum sambært lóg er skipaður sum ein sjálvsognarstovnur. Tí er tað skúlin, sum stýrir tíðarætlanini, eitt nú nær spakin verður settur í.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tó gjørt skúlanum greitt, at skúlin ikki kann fáa eina endaliga tilsøgn og byrja byggingina, fyrrenn fíggingin er komin upp á pláss, og Løgtingið hevur samtykt ætlaða broytingaruppskotið um hægri játtan.

Í fyrsta umfari verður arbeitt við at geva skúlanum eina tilsøgn um stuðul, ið er treytað av, at Løgtingið samtykkir eina hægri játtan til byggingina.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo