Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

CSW stendur fyri Commission on the Status of Women, hvørt ár verður fundur hildin á ST høvuðsborgini í New York. Fundurin savnar hópin av umboðum fyri lond og áhugabólkar, serfrøðingar, kvinnur og menn úr øllum heiminum at viðgerða og hoyra um viðkomandi og aktuel evnir á javnstøðu økinum.

Høvuðsevnið á 68. ársfundi í CSW í ár var um fíggjarligu viðurskiftini hjá kvinnum. Tí ynskti eg, sum forkvinna í fíggjarnevndini, at luttaka á hesum fundi í New York. Eg havi tvær ferðir fyrr luttikið, í 2017 og 2019, tá sum landsstýriskvinna í javnstøðumálum. Har fekk eg nógvan íblástur til javnstøðupolitikkin, ið eg legði til aðalorðaskiftis í løgtinginum í 2018. Eisini knýtti eg nógv sambond, og fekk eg í ár ta gleði at samskifta aftur við fleiri av teimum, sum eg áður havi hitt.

Sum forkvinna í fíggjarnevndini hevur tað stóran týdning fyri meg, at atgongdin til vælferð og viðurskifti, ið ávirka fíggjarligu støðuna hjá kvinnum og børnum, fáa fokus og rúmd í fíggjarlógararbeiðnum og fíggjarlógini.

Eg kann taka nøkur dømir úr samtyktu fíggjarlógunum fyri 2023 og 2024. Játtan til demens-samskiparar, samskiftismenning, heimaráðgeving, trivnaðartænasturnar og styttan av bíðilistum innan sjúkhúsverkið. Harumframt hava vit samtykt skattalætta og lønarlyft, serliga fyri størvini á umsorganarøkinum.

Skattalætti og javnstøða
Í Svøríki hava tey í fleiri ár arbeitt við fíggjarlógararbeiði útfrá hugtakinum “gender – budgetting”. Hetta merkir, at tá ið fíggjarlógin verður samtykt, skal hon vigast útfrá javnstøðusjónarmiðinum og atgongdini til vælferð.

Á fundi í CSW68 fekk eg høvi at tosa meira um, hvussu hetta arbeiðið ítøkiliga verður skipað, við Lenu Lindh forkvinnu í norðurlendsku vælferðarnevndini og limur í fíggjarnevndini í Svøríki. Hetta er eitt øki, ið eg eri sera takksom fyri at fáa meira vitan um, og fara vit at samskifta meira um hetta arbeiðið.

Tað kann tykjast óítøkiligt at arbeiða við lógarsmíði og fíggjarligum viðurskiftum útfrá einum javnstøðusjónarmiðið. Tað ber til, eitt nú, tá ið peningur verður brúktur til ein skattalætta, so verður hugt eftir, um kvinnurnar fáa ella missa við lættanum.

Skattalættin, ið samgongan hevur samtykt, var tilvitað settur saman soleiðis, at tað loysti seg at arbeiða meira hjá teimum kvinnum, ið arbeiða niðursetta tíð. Eisini ynsktu vit, at lættin skuldi gagna barnafamiljum og starvsbólkum sosum lærarum, námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum eins og heilsuhjálpara og heilsurøktara.

Fekk eisini høvi at hoyra panel við serfrøðingum um, hvussu vit kunnu slóða fyri fíggjarligari javnstøðu í breiðari høpi. Tá ið vit tosa um vælferð, snýr tað seg eisini um, hvussu vit virðismeta umsorganararbeiðið bæði í heiminum og á arbeiðsmarknaðinum.

Emma Holten úr Danmark segði tað so væl: virðismeta vit ikki umsorganararbeiði í sambandi við, hvussu tað verður lønt, so virðismeta vit heldur ikki tey menniskju, ið hava umsorgan fyri neyðini.

Framtíðaravbjóðingar
Skal eg taka politikkin her heima, so skerst tað ikki burtur, at hóast øll ikki eru samd, so er lønarlyftið, ið er samtykt og givið ávísum fakbólkum, ein roynd at virðismeta og lyfta umsorganarøkið upp.

Ein stór avbjóðing er, at kvinnur fáa lægri pensjón. Hetta er ikki nakað nýtt, men neyðugt er at seta meira fokus á hesa avbjóðing.

Samgongan frá 2015-2019 legði eftirlønargjald á millum annað barsilsútgjald, meirútreiðslur vegna brekað barn og arbeiðsfremjandi tiltøk. Hetta er ein bati í mun til lágu eftirlønina hjá kvinnum.

Eftirløn omaná fyritíðarpensjónina manglar enn, men hetta eigur at fáast í rætt lag sum skjótast.

Skal eftirlønin hjá kvinnum økjast, má tað vera gjørligt at fara upp í arbeiðstíð, og at pápar fáa tikið meira av barsilstíðini. Arbeiðið at endurskoða barsilsskipanina er í gongd, og vónandi verða hesi atlit ein partur av arbeiðinum.

Arbeiðstíðin innan umsorganarøkini er eisini ein avbjóðing. Sjúkrarøktarfrøðingar og jarðamøður hava fingið batar seinnu árini, hvat viðvíkur arbeiðstíðarreglum. Eitt nú at kvøldar- náttar- og vikuskiftisarbeiðið fer at telja meir. Hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kann broytingin í arbeiðstíðarreglunum merkja tveir eyka frídagar um mánaðin.

Hetta eigur bert at vera byrjanin. Eldraøkið og almannaøkið eiga eisini, yvir tíð, at verða umskipað samsvarandi, so øll yrki á umsorganarøkinum hava eina arbeiðstíð, har atlit verða tikin at kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Á henda hátt verður tað eisini møguligt hjá kvinnum at arbeiða nakrar tímar afturat og harvið eisini bøta um teirra eftirlønarviðurskifti.

Fíggjarlógin eigur á hvørjum ári at verða vigað í mun til javnstøðu. Nøkur átøk eru framd, men nú skal meir ferð setast á hetta arbeiðið.

Eyðgunn Samuelsen
forkvinna í fíggjarnevndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo