

Føroyar hava havt ein sterkan búskap seinastu árini. Tí var samfelagið væl brynjað til heilsukreppuna, sum rakti heimin á várið í fjør.
Í stóran mun var tað privati eftirspurningurin, sum helt lív í tænastuvinnunum.
Sterka vinnulívið helt lív í framleiðsluni, hóast umheimurin at kalla steðgaði upp.
- At einstaklingurin tók ábyrgd, at fakfeløg tóku ábyrgd og at vinnan tók ábyrgd er orsøkin til, at vit enn hava ein sunnan búskap, og at vit í dag hava ráð til vælferðina.
- Samanborið við onnur lond, eru Føroyar higartil komnar væl gjøgnum koronukreppuna, bæði heilsuliga og búskaparliga. Góða gongdin ger tað møguligt framhaldandi at útbyggja vælferðina.
- Vit raðfesta heilsuøkið meir enn nakrantíð. Vit raðfesta trivnað og útbúgving. Vit raðfesta burðardyggan vøkstur, tí soleiðis varðveita vit vælferðarstøðið. Vit hava framhaldandi stóran fólkavøkstur. Vit hava ein vaksandi miðalaldur í samfelagnum, og harvið fleiri fólk, sum hava brúk fyri almennum tænastum. Kortini megna vit at hava avlop á fíggjarlógini á 65 milliónir krónur.
- Orsøkin er, at vit halda aftur við íløgum og øðrum útreiðslum. Hetta er skynsamt í góðum tíðum, tá ið búskapurin er heitur, og hetta er eisini tekin um ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, sigur løgmaður.
- Útlit eru til, at fólkavøksturin heldur fram, og at miðalaldurin eisini fer at vaksa í nøkur ár. Tí er tað átrokandi at spyrja, hvørjum vit skulu liva av, og hvussu vit framhaldandi varðveita og menna vælferðina.
- Skal vælferðin vera burðardygg, má búskapurin eisini vera burðardyggur. Tí mugu Føroyar í størri mun á eina kós, har burðardygd verður aðalmálið í øllum virksemi í samfelagnum. Vit skulu vera framsøkin, tí vit skulu vera fremst á grøna økinum. Og tað kunnu vit. Vit hava tøkniligu fortreytirnar. Vit hava dugnaligar hendur og nýhugsandi og kreativar heilar.
- Løgtingsviðgerðin bar boð um, at breið semja tykist at vera um tað mesta. Tí er tað við góðum væntanum vit fara inn í framtíðina saman, sigur løgmaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo