Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um sølu av brúktum vørum (antikk) og meirvirðisgjald.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta meirvirðisgjaldslógina við tí endamáli at seta skipan í verk, sum ger tað møguligt hjá m.a. seljarum av brúktum vørum og lutum at rinda meirvirðisgjald av vinninginum og ikki av søluprísinum?

2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør fíggjarligi kostnaðurin av hesum hevði verið?

Svar til fyrispurning nr. 1
Tað er rætt, at í summum førum kann meirvirðisgjald verða goldið tvær ferðir av somu vøru. Hetta kann koma fyri, um ein mvg-skrásett fyritøka keypir eina brúkta vøru frá einum persóni, sum ikki er mvg-skrásettur, og síðani selur vøruna víðari. Keypir til dømis ein mvg-skrásett fyritøka (víðariseljari) eina brúkta vøru frá einum persóni, sum ikki er mvg-skrásettur, hevur fyritøkan ikki fingið mvg-frádrátt, tá ið vøran varð keypt.

Hetta er tó ikki galdandi, um ein mvg-skrásett fyritøka selur eina vøru víðari, sum hon hevur keypt frá einari aðrari mvg-skrásettari fyritøku. Í tí føri kann fyritøkan draga mvg’ið frá, sum upprunaliga varð goldið.

Til ber at selja brúktar vørur (til dømis antikk) uttan meirvirðisgjald, tá ið talan ikki er um vinnuligt virksemi. Hetta kann til dømis vera, um ein handil ella fyritøka selur brúktar vørur víðari vegna eigaran á vøruni, sum til dømis kann vera ein privatpersónur. Í hesum føri er bara sjálvur vinningurin av søluni at rokna sum vinnuligt virksemi eftir meirvirðisgjaldslógini og harvið mvgskyldugt.

Leggjast kann aftrat, at í meirvirðisgjaldslógini, § 10, stk. 1-4, er serlig skipan fyri meirvirðisgjald í sambandi við sølu av brúktum bátum og bilum.

Fíggjarmálaráðið fer í næstum at kanna og viðgera, um fyrimunir høvdu verið av einari skipan fyri sølu av brúktum vørum, sum minnir um verandi skipan í meirvirðisgjaldslógini fyri sølu av brúktum bátum og bilum. Neyðugt verður eisini í hesum sambandi at kanna, hvussu nógv umsiting hevði verið av eini tílíkari skipan.

Svar til fyrispurning nr. 2
Torført er at meta neyvt um fíggjarliga kostnaðin av at seta skipan í verk, sum ger tað møguligt hjá seljarum av brúktum vørum og lutum at rinda meirvirðisgjald av vinninginum av vøruni heldur enn av søluprísinum. Nakað av umsiting hevði kortini verið av eini tílíkari skipan, alt eftir hvørja skipan talan hevði verið um.

Tinganes, 21. august 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo