ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sum VP skrivaði um fyri tveimum árum síðani, so er tað alt annað enn lætt at fáa koyrikort til buss í Føroyum. Men hetta verður nú broytt. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Niclassen, hevur broytt koyrikortskunngerðina, soleiðis at tað verður skjótari at ogna sær koyrikort til vinnuligan fólkaflutning við bussi. Samstundis eru krøvini um frálæru herd.

Les eisini: Tey rópa varskó: Tað verður truplari og truplari at fáa bussførarar

Í løtuni eru ov fáir bussførarar at koyra við ferðafólki í Føroyum, serliga um summarið. Koyrilærarar og vinnan hava víst á, at tað tekur órímiliga langa tíð at taka koyrikort til vinnuligan fólkaflutning við bussi, og at hetta heldur fólki frá at ogna sær hetta koyrikortið.

Tí hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum í samstarvi við Akstovuna og koyrilærarar gjørt eina broyting í koyrikortskunngerðini, sum gevur møguleika fyri at taka koyrikort til vinnuligan fólkaflutning við bussi skjótari, samstundis sum stórur dentur verður lagdur á ferðslutrygdina, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.

Økt frálæra
Eftir verandi skipan kanst tú bara fáa koyrikort til vinnuligan fólkaflutning, um tú skjalprógvar, at tú javnan hevur koyrt buss ella lastbil í minsta lagi eitt ár innan fyri seinasta trý-ára skeiðið.  

Nýggja skipanin gevur møguleika fyri at sleppa undan kravinum um at hava koyrt buss ella lastbil í meira enn eitt ár. Í staðin er millum annað kravt hálkukoyring á góðkendari koyritekniskari breyt.

Broytingin í kunngerðini kom í gildi í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo