Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár viðgjørdi løgtingið álit frá fíggjarnevndini ísv. at fíggjarlógin var til aðru viðgerð í løgtinginum. Millum merkisverdu átøkini sum nevndin hevði telvað seg fram til, var avgerðin um at flyta hálva millión frá játtanini hjá Visit Faroe Islands til Bónda- og Óðalsfelagið (t.e. Jarðir).

Grundgevingin hjá nevndini er, at Jarðir skal styrkjast í síni politikkmenning innan ferðavinnuna. Hyggja vit so eftir, hvat liggur til grund fyri avgerðini sæst, at Jarðir hevur sent Fíggjarnevndini skriv og verið á fundi, har teir heita á fíggjarnevndina um at játta felagnum hálva millión krónur til at reka sítt virksemi og at menna eina fráboðanarskipan ísv. gongd í haga. Fráboðanarskipanin snýr seg um at ØLL við eini snildari app skulu boða felagnum frá, ynskir ein at fara sær ein túr í hagan. Vit føroyingar eru tó so hepnir, at vit sleppa undan at rinda felagnum pening, skulu vit ein túr í hagan. Men Jarðir skal hava eina fráboðan hvørja ferð, tí tað eftir øllum at døma sera umráðandi at Jarðir veit, hvør er í haganum, nær, hvar og hvussu. 

Eftir øllum at døma er tað eisini týdningarmikið fyri Jarðir, at fíggingin til slíka fráboðanarskipan skal finnast í játtanini hjá Visit Faroe Islands. Fíggjarnevndin hevur lurtað, nikkað, klamsað hælirnar saman og gjørt sum biðin. Nevndin metti eftir øllum at døma ikki, at tað var neyðugt at lurta eftir nøkrum øðrum enn Jarðum, áðrenn prinsipiella avgerðin varð tikin.

Við hesum hevur fíggjarnevndin tikið avgerð um, at málið um gongd í haga skal flytast úr Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, ið hevur arbeitt miðvíst við eini loysn á málinum í tvey ár. Fíggjarnevndin hevur gjørt av at málið liggur betri hjá privata felagnum Jarðir, ið sigur seg hava eina loysn, sum fiksar tað heila. 

Fíggjarnevndin hevur kapitulerað vegna landsstýrið og uppgivið gylta málið í samgonguskjalinum um at finna eina langtíðarloysn á málinum um gongd í haga, ið byggir á semju millum partarnar. Avgerðin um at flyta pening frá Visit Faroe Islands til Jarðir ger nettupp tað øvugta. Tað verður ongin langtíðarloysn, tað verður ongin semja og tað verður ongin landsfevnandi skipan.  

Jarðir
Jarðir varð stovnsett 1. apríl 2019. Endamálið við felagnum var m.a. at skipa ferðavinnuna betri við serligum atliti at gongd í haga. Vit ynsktu felagnum væl komnum og hugsaðu at tað var kærkomið, at jarðareigarar og festarar skipa seg í nýtt felag og taka ábyrgd av at skipa viðurskiftini í høgunum. Hetta er jú ein ovurstór uppgáva, skal hon loysast við støði í galdandi jarðarlóggávu, sum jarðareigarar ynskja. Um tað yvirhøvur letur seg gera. Tað er ikki ein uppgáva, sum Visit Faroe Islands kann loysa einsamalt og vit saknaðu eisini konstruktivt útspæl frá jarðareigarum um, hvussu ein skipan kann síggja út. Visit Faroe Islands legði uppskot til loysn á málinum fram fyri skjótt trimum árum síðani og hava síðani tá saknað eitt alternativt uppskot, heldur enn órealistisku útspælini um, at 100 ára gamla haga- og girðingarlógin bara skal haldast, so er alt gott.

Nú 2,5 ár eru liðin síðani Jarðir varð stovnsett er rímiligt at spyrja, hvat er komið burturúr. Hvussu langt er felagið komið í arbeiðinum at røkka endamáli felagsins á einum øki, sum felagið (á pappírinum) hevur fullan ræðisrætt á. Eitt mál sum bara jarðareigarar kunnu loysa, skal tað vera við støði í galdandi lóg. Jú, einasta sjónliga úrslit, um ein kann kalla tað tað er, at felagið keypti heimasíðuna hiking.fo. Ein heimasíða har ferðafólk hava møguleika at keypa útvaldar hagatúrar við ferðaleiðara. That’s it. Jarðir er við øðrum orðum vorðin ein veitari innan ferðavinnuna og tað er sjálvandi gott, at festarar, óðalsbøndur og onnur hava enn ein pall at selja sínar vørur á. Tað er tað ferðavinnan snýr seg um og tað er gott at jarðareigarar flyta seg yvir í tænastuvinnuna, har so nógvir møguleikar liggja fyri landbúnaðin. Men tað skipar ikki nakra ferðavinnu – á tí frontinum er onki hent hjá Jarðum, ið higartil hevur verið ímóti einumhvørjum uppskoti sum er lagt fyri partarnar.  

“Loysnin” hjá Jarðum
Nú hevur felagið so lagt fram eina sokallaða loysn á spurninginum um gongd í haga. Og lat meg sláa fast beinanvegin, at skipanin Jarðir leggur upp til er onki meir enn eitt fikst hugskot við eini app, ið skal loysa tað heila. Eitt hugskot, sum ikki ber til at seta í verk í praksis og ein loysn, sum ongantíð fer at rigga sum amboð at skipa ferðavinnuna.

Lat meg ikki her fara inn á tær mongu orsøkirnar til hví so er. Tær eru tekniskar, praktiskar og sera prinsipiellar. Harumframt hevur Jarðir og “Big Brother” loysnin ivasaman uppbakning millum jarðareigarar. Jarðir umboðar ikki allar jarðareigarar í Føroyum og millum jarðareigarar eru fleiri, eisini frá økjum ið fáa nógv ferðafólk, ið heldur vilja halda fram við egnari skipan, gjaldsportri ella øðrum, sum sett er í verk hesi seinastu árini. Jarðir hevur ikki mandat ella heimild at tvinga nakra skipan ígjøgnum. Tað vil við øðrum orðum siga, at “loysnin” Jarðir tosar um, verður ikki nøkur landsfevnandi loysn – ikki ein loysn á avbjóðingini við gongd í haga.

Málið um gongd í haga er ein so grundleggjandi og prinsipiellur spurningur, sum snýr seg um rættindi hjá einstaklingum at flyta seg, at njóta náttúruna. Málið verður ikki meiri politiskt enn tað sama og tað kann IKKI loysast við eini app, sum Jarðir leggur upp til. Einasta loysnin er politisk og tí er tað hol í høvdið, at fíggjarnevndin hevur spælt bóltin til privat feløg, ið umboðar útvaldar eigarar, at føra politikk.

Vit hava lagt fram uppskot til landsfevnandi loysn á málinum, eina loysn ið krevur tillagingar í galdandi jarðarlóggávu. Um Jarðir er eitt seriøst felag, ið vil inn í ferðavinnuna og samstarva um meiri skipaði viðurskifti, má fyrsta stig vera, at felagið viðurkennir, at okkum tørvar nýggjar (og landsfevnandi) karmar, ið ger tað møguligt bæði at hava landbúnaðar- og ferðavinnuvirksemi í føroysku náttúruni. Tað ber væl til, men tað krevur lógarbroytingar. Komið nú við einum seriøsum útspæli til eina landsfevnandi skipan, ið eisini rúmar ferðavinnuni!

Landbúnaður er góður og týdningarmikil fyri okkara mentan og samleika, men ikki so týdningarmikil búskaparliga og uttan stuðul úr landskassanum var lítið av landbúnaði í Føroyum. Tað kann ikki vera rætt, at landbúnaðurin, við Jarðum á odda, nú eisini má hava stuðul úr fíggjarlógini til at reka vinnuliga ferðavinnu, har inntøkumøguleikarnir eru so nógvir, er viljin til staðar.

Ferðavinnan er møguleikin hjá landbúnaðinum at fáa rakstur í virksemi, ein møguleiki at menna og nýtímansgera landbúnaðin. Nógvir óðalsmenn og festarar kring landið hava fingið eyguni upp fyri hesum møguleika og hava ment frálík tilboð við heimablídni, gongutúrum, seyðahaldi v.m. Vit sakna, at feløgini sum umboða jarðareigarar eisini síggja møguleikarnar heldur enn bara at halda fast í tí gamla.

Pening frá VFI
Vit hava frá byrjan roynt at havt tættan dialog við Óðals- og Bóndafelagið, Búnaðarstovuna og Jarðir. Vit hava lagt fram okkara uppskot til loysn við vón um at fáa konstruktivt mótspæl. Vit hava verið á ótalligum fundum og altíð havt hurðina opna til eitt prát. Vit hava ongantíð goymt okkara ætlanir ella hugsan um, hvussu vit síggja fyri okkum, at viðurskiftini kunnu skipast. Tað eru tó jarðareigarnir sum eiga bóltin og allan avgerðarrættin á økinum og tað hevur verið lítið av vilja at hóma til veruligt samstarv, veruliga samráðing, har báðir partar mugu geva. At Jarðir nú fara inn gjøgnum bakdyrnar og fara málrættað eftir peningi frá Visit Faroe Islands við sera óreiðiligum og í summum førum beinleiðis følskum pástandum til løgtingsins fíggjarnevnd, tað er beinleiðis forkastiligt. Við hesum hevur Jarðir hart og týðiliga boða frá, at teir ikki vilja samstarv og ikki vilja ferðavinnuni í Føroyum væl.

Uppskotið hjá Jarðum er ein loysn ið ongin í Føroyum kann liva við. Føroyingar fara ikki at finna seg í at skula boða einum privatum vinnuligum veitara frá, hvørja ferð vit fara ein túr út í náttúruna. Ferðavinnan kann heldur ikki góðtaka eina slíka loysn, sum tó ongantíð letur seg realisera í praksis.

Jarðir, sum umboðar ein stóran part av jarðareigarum í Føroyum, ið umsita okkara náttúru, hava eina stóra ábyrgd. Tíðin er komin til, at felagið stingur fingurin í jørðina og ásannar, at vit ikki longur eru í 1930. Tíðin er ein onnur og tað er ongin sum longur góðtekur, at útvaldir einstaklingar skulu avgera, um eg og tú fara okkum ein túr í okkara náttúru. Fólk hava í dag tørv á at hava lætta atgongd til náttúruna, sum ikki bara er okkara felags stoltleiki, men eisini nakað sum er so týðandi fyri okkara vælveru og trivnað.

Heldur enn at seta forðingar upp fyri, at vit sum samfelag og land flyta okkum, átti Jarðir at spælt við og viðurkent, at tíðin er ein onnur. At øll sjálvandi skulu hava lætta atgongd til náttúruna og at ferðavinnan er ein møguleiki fyri okkum øll, ikki minst jarðareigarar, ið hava eitt gylt útgangsstøði at fáa stóran ágóða av ferðavinnuni.

Komið nú inn í kampin!

Og góða fíggjarnevnd, strikið ásetingina í fíggjarlógaruppskotinum um, at flyta Jarðum pening frá VFI og latið landsstýrið finna eina loysn á málinum. Tað er einasti vegur fram.

Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á VFI

Les eisini:

Jarðir ætlar at gera fráboðanarskipan sum øll ið fara ein túr í hagan hava skyldu at brúka

Viðmerking til kjak í løgtinginum í gjár

Hagafelagið: Strika ætlaðu játtanina til verkætlanina hjá Sp/f Jarðir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo