Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í døgunum 7.-10. september verður fyrsti minniluta film festivalurin hildin í Føroyum. Perlan í Tórsgøtu verður karmur um 32 filmsýningar hesar fýra dagarnar. Alt filmar, ið viðgera minnilutaviðurskifti.

Samskipari og stigtakari er unga havnakvinna Nadia Abraham, ið gjøgnum sín uppvøkstur í Føroyum, brúkti nógvar løtur í biografinum. Sum queer, av blandaðari rasu og sjálvbjargin, var Nadia ongantíð umboðað í teimum filmum, ið hon, sum barn, sá í føroysku biografunum. Hon hevur tí sæð tørvin á eini meira fjølbroyttari heimsmynd í teimum filmum, ið verða vístir í Føroyum. 

- Eg ynski at broyta hetta, og eg trúgvi veruliga, at biografurin er ein pallur, har tað letur seg gera. Við flóttafólkakreppuni er ræðslan fyri útlendingum versnað, og nú er høgravíðgongda rákið, fremmandahaturin og eisini homofobia farið at vinda upp á seg í vesturheiminum. Men við list kunnu vit koma hvørjum øðrum við og leggja okkum út í kjakið, sigur Nadia.

Skráin er sett saman við filmum bæði kendum og minni kendum, her eru eitt nú stórfilmar sum Tom of Finland, Girl Unbound, Kiki og The Handmaiden. Men eisini hópin av stuttfilmum og meira eksklusivum filmum. Ein røð av útlendskum gestum luttaka, eitt nú leikstjórar, filmfreiðleiðarar og aktivistar, ið luttaka við framløgum og pallborðsorðaskifti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo