Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tjóðsavnið: Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett sær fyri, at Norðurlond skulu vera burðardyggasta øki í heiminum í 2030. Til tess at røkka hesum máli er gongd sett á fleiri verkætlanir á umhvørvisøkinum.  M.a. eru 26 milliónir settar av til eina fýra ára ætlan um náttúruloysnir í Norðanlondum. Ætlanin er samansett av fimm verkætlanum, sum hava til endamáls at gera tað lættari hjá politikarum og fyrisitingum í Norðanlondum at íverkseta Náttúruloysnir.

Lendisbataverkætlanin hjá Tjóðsavninum er ein av átta undanverkætlanum, sum hava fingið fígging. Verkætlanin hevur til endamáls at granska í og menna endurbøtingarhættir til benið eftir einari skriðu á Syðradali í Kalsoynni, sum leyp í ár 2000. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við íslendskar serfrøðingar innan náttúruendurbøting, Miðnámsskúlan í Vestmanna og bóndan á Blankskálagarði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo