Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Mikudagin 22. august fer Filmsfelagið undir heystskránna. Tá fer Anton Petersen, filmsleikstjóri, at innleiða nýggja heimildarfilmin  “Bergman - eitt ár, eitt lív”. Filmurin er um Ingmar Bergman, og orsøkin til at Filmsfelagið frumsýnir henda film í Føroyum er, at 14. juli vóru 100 ár liðin síðan Bergman varð borin í heim í Uppsala í Svøríki.

Tað er 50 ára gamla Jane Magnusson, sum er virðisløntur journalistur og filmummælari á Dagens Nyheter, ið hevur gjørt filmin við støði í virkseminum hjá Bergman í árinum 1957. Filmurin varð frumsýndur í Cannes í mai í ár og hevur fingið bestu ummæli, har hann síðan hevur verið vístur.

Ingmar Bergman andaðist 89 ára gamal hin 30. juli í 2007 á svensku oynni Fårö, har hann eisini er grivin. Høvið at vísa filmin í Filmsfelagnum er sostatt 100 ára minnið um Bergman. Bara ein sýning verður av nýggja Bergmanfilminum, nú Filmsfelagið fer undir heystskránna.

Lykke-Per
Annar mikudagsfilmurin í heystskránni hjá Filmsfelagnum er danski bókmentaklassikarin, “Lykke-Per”, sum Bille August hevur gjørt til film. Eyðun Johannesen, sum stovnaði Filmsfelagið í Havnar Bio í 1962, man var tann persónur, ið hevur gjørt “Lykke-Per kendan á sjónleikarapalli eisini. Dorthe Pedersen, ið er lektari á Glasir, og lærari í donskum og heimspeki, fer at innleiða frumsýningina, sum er í Filmsfelagnum mikukvøldið 29. august kl 19:30. Filmurin hjá Bille August byggir á kendu søguna hjá Henrik Pontoppidan.

Samstarv við Norðurlandahúsið
Sýningarnar hjá Filmsfelagnum hava seinastu árini verið í Havnar Bio. Men tá Filmsfelagið aftur fer at hava Filmsdagar í Felag 5.-9. september, verður eisini samstarvað við Norðurlandahúsið. Evnið á Filmsdøgum í Felag er í ár kvinnur á filmi. Sum partur av hesi skrá fer Norðurlandahúsið at vísa nýggja danska filmin “Wonderful Copenhagen”, sum m.a. viðger evnið trafficking.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar og til ber hjá teim møttu at skjóta upp nýggjar biograffilmar at vísa. Eisini ber til at skjóta upp, hvør skal innleiða eina sýning í Filmsfelagnum og fáa atgongumerki afturfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo