Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Ferðing til evropeiskar stórbýir liggur í luftini, tá vit í februar vísa tveir nýggjar, men rættuliga ymiskar spælifilmar, sum fara fram í hvør sínum býi - París og Rom.

Fyrri filmurin, sum verður sýndur mikudagin 21. februar, er mest sum eitt kamarspæl í einum hýruvogni. Vit fylgja hini 92 ára gomlu Madeleine (Line Renaud), sum skal flyta úr lítla forstaðnum í París og á ellisheim, sum er hinumegin býin. Hýruvognsførarin, ið skal koyra hana, er Charles (Dany Boon).

Komin í bilin, letst Madeleine hava so góða tíð, at hon vil hava Charles at koyra seg til øll tey støð í býnum, sum hava havt stóran týdning í hennara lívi. Hann góðtekur, og vit verða førd gjøgnum gøturnar í París í bili. Ikki løgið, at filmurin úti í heimi hevur fingið heitið Driving Madeleine.

Tað kemur teimum ikki til hugs, at biltúrurin gjøgnum París knýtir tey saman og skapar eitt sjáldsamt vinarlag teirra millum.

FILMSFELAGIÐ: 21/2 kl 20:00 Madeleines Paris (Christian Carion: Une Belle Course Frakland 2023 91 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo