Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Hvørt mikukvøld sýnir Filmsfelagið listarliga áhugaverdan film í einasta biografinum landinum, Havnar Bio.

Mikukvøldið sýnir felagið týska filmin Das Lehrerzimmer, Lærarastovan, sum verður sýndur aftur hóskvøldið, tí útselt er fyrra kvøldið.

Meginreglan er, at Filmsfelagið bara vísir filmar, sum annars ikki verð vístir, og bara tað einu ferðina.

Men síðan summarfrítiðina hevur fleiri ferðir verið útselt til sýningar í Filmsfelagnum. Tá so er, sýnir Havnar Bio filmin aftur seinni í vikuni.

Undan hesum týska filmi eru teir mest sæddu filmarnir síðan summarfrítíðina Toves værelse, Golda og Når befrielsen kommer.

Í samstarvi við tvey veitingarstøð í miðbýnum í Havn, Paname á Vaglinum og Sirkus í Vágsbotni, fáast tvey fyri eitt, ella double up, fyri brúkta atgongumerki í Filmsfelagnum sama kvøld. Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar.

Sýningar eru hvørt mikukvøld, og seinasti filmur fyri jól er hin finski Autumn Leaves, sum Aki Kaurismäki hevur gjørt. Hann verður sýndur 20. desembur.

Filmsfelagið kunngerð sýningarnar á Facebook og á heimasíðuni bio.fo, har atgongumerki kunnu keypast. Kunningartænastan hjá Tórshavnar kommunu, Tímin, kunngerð eisini sýningarnar í Filmsfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo