Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja bretska filmin How to have sex.

Við ertandi heitinum, How to have sex, er hetta fyrsti spælifilmur hjá Molly Manning Walker, sum er fødd í London í 1993.

Í filminum, sum vann tríggjar virðislønir í Cannes, m.a. Un Certain Regard, lýsir hon tríggjar sekstan ára gamlar vinkonur, ið fara suðureftir at halda feriu og at ballast, ella á enskum: they go on a rites-of-passage holiday - drinking, clubbing and hooking up, in what should be the best summer of their lives.

Próvtøkurnar eru lidnar, og Tara, Skye og Em lata ongan møguleika fyri brennivíni og sex fara framvið uttan tær eru við. Bara Tara veit ikki av manni, og tað skal hon broyta, sum heitið leggur upp til. Men undir veitslukendu yvirflatuni spøkja ótryggar kenslur um, hvussu ein í hesum føri skal bera seg at og samstundis vera yvir fyri vinkonunum.

How to have sex blinkstrar av evforiskari orku, men sigur samstundis ósminkaðu søguna um annan vegin tað besta og hin vegin tað ringasta við ungdómsins frælsi. 

Umframt virðislønirnar í Cannes, vann filmurin European Discovery Award tá evropeisku virðislønirnar vórðu handaðar undan jólum.

FILMSFELAGIÐ: 7/2 kl 20:00 How to have sex (Molly Manning Walker UK 2023 91 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo