Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fyrsti filmur hjá Filmsfelagnum í nýggja árinum er hin virðislønti "Decision to Leave" úr Suðurkorea.

Sýningin, sum er almenn, er í Havnar Bio mikukvøldið.

Fjallaklintrari dettur oman
Løgregluovastin Hae-jun hevur ilt við at sova og gremur seg um ov fáar morðgátur at loysa. Brádliga kemur eitt løgið drápsmál honum í hendi, sum kanska kann geva honum arbeiðsgleðina aftur.

Ein fjallaklintrari er dottin oman, og tølandi einkjan, Seo-rae, tykist so órørd av støðuni, at løgregluovastin gerst illgrunasamur. Men tá hevur hon longu rúnarbundið Hae-jun.

"Decision to Leave" er ein hugtakandi romantisk nøtrisøga, har gessur og rættvísi eru snúningsásar í stílfullu søguni.

Suðurkoreanski leikstjórin, Park Chan-wook (f.1963), sum fyrr hevur gjørt "Oldboy" og "Handmaiden", vann virðislønina sum besti leikstjóri í Cannes í fjør fyri júst henda filmin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo