Filmshúsið: Filmshúsið og Betri hava gjørt avtalu, sum tryggjar føroyskum filmi trýggjar milliónir yvir næstu trý árini.
Stuðulin skal brúkast til at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum, at stuðla talentmenning, og at stuðla ítøkiligum verkætlanum við munagóðum upphæddum.
Stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur til endamáls at stuðla átøkum í Føroyum, sum fyribyrgja skaða og sjúkum, skapa tryggleika og annars gagna samfelagnum.
Nú verða 3 milliónir settar av til film.
- At stuðla føroyskum filmi er at stuðla føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum listagreinum. Føroyskur filmur er í menning, men almenni filmsstuðulin er enn ikki á tí støði, sum í grannalondunum.
- Vit vóna, at okkara íkast kann hjálpa til við at lyfta føroyskar filmsverkætlanir og at geva føroyskum filmi fleiri bein at standa á. Vónin er, at føroyskar søgur á filmi verða ein sjálvsagdur partur av okkara mentanarliga palli, sigur Aslaug Gísladóttir, forkvinna í Betri stuðul.
Saman við Filmshúsinum hevur Betri Stuðul orðað endamálið við filmsstuðlinum.
Stuðul verður veittur til trý øki:
- størri verkætlanir - til framleiðslu og liðugtgerð
- menning av verkætlanum - til hugskotsmenning og víðari menning av verkætlanum, fram ímóti framleiðslu
- talentmenning - til skeið, mentoring og átøk, sum miðja eftir at menna yngru spírarnar, sum gera film.
Filmshúsið fegnast um nýggja og slóðbrótandi samstarvið við Betri stuðul.
- Trýggjar milliónir yvir trý ár kunnu veruliga gera mun, sigur Tina í Dali Wagner, dagligur leiðari í Filmshúsinum.
Hon fegnast um, at ein fyritøka sum Betri vísir samfelagssinni og setir pening av til mentan og film.
- Hetta er veruliga eitt nýbrot, sigur Tina í Dali Wagner.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo