Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sláið Ring og Eysturoyar dansifelag: Mikukvøldið 7. juni 2023 kl. 19:00 verður tiltak viðvíkjandi føroyskum dansi í skúlanum í Leirvík. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl í Eysturoynni, ein drekkamunnur og eisini føroyskur dansur.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrstu fimm sendingarnar vóru frumsýndar í lokaløkinum, har tær vóru tiknar upp, og tær eru seinni eisini vístar í Kringvarpinum.

Í sætta parti síggja vit filmsupptøkur við Eysturoyar dansifelagið frá Gøtugjøgv – talan er um sjey filmsbrot við dansispølum – og vit hoyra forkunnugar frágreiðingar frá Sofus Foldbo og Andreu Opielka. Við á upptøkunum frá Gøtugjógv í 1977 eru m.a. Tórgerð og Josva Rasmussen, Anna Rasmussen og Sjúrður Dahl, Edda Joensen og Herluf Berthelsen, Sanna í Bartalsstovu og Johan Simonsen, Ragnhild Simonsen og Hans í Køkinum, Elspa Garðshorn og Johannus Jacobsen, Jonetta og Reynhold Rasmussen, Petra og Sjúrður Hentze, Eyðna Poulsen og Poul Georg Poulsen, Katrin og Sofus Foldbo, Sofía og Tórir Thomsen, Jóna á Horni og Kaj Høgnesen, Karin Joensen og Kjartan Ranghamar, Anna Katrin og Sámal Hansen, og Ólfríð og Tórbjørn Niclassen.

Aftaná frumsýningina av hesi sending, ið er á leið trý korter til longdar, verður ein steðgur við drekkamunni og aftaná verður høvi at fara upp á gólv.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo