Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin fer Trygvi á Reynatrøð at innleiða filmin ”Sound of Metal” í Filmsfelagnum. Í innganginum fer Trygvi, sum sjálvur er deyvur, at vísa til eina kanning um livikorð hjá deyvum í Føroyum.

Tvífalt Oscarvirðislønti filmurin, ”Sound of Metal”, er um trummusláaran Ruben, sum spælir í einum heavy rock orkestri.

Ruben stríðst við at loysa frá rúsevnum og leggur nógv fyri, at gera sítt besta á pallinum og verða viðurkendur sum tónleikari. Men so hendir tað, sum aldri burdi hent fyri ein tónleikara: hann missir hoyrnina.

Nú eru góð ráð dýr. Fyrst roynir Ruben at lata sum einki, men tá tað snøgt sagt ikki ber til, noyðist hann at sanna, at ein tung ferð stendur fyri framman, sum er inn í ein ókendan heim, sum er uttan ljóð.

”Sound of Metal” er ein dramatiskur filmur um ótamdan kærleika til tónleikin, men fyrst og fremst er hann um innaru ferðina hjá unga manninum, sum missir samleikan, tá hoyrnin hvørvir.

Bretski rapparin, Riz Ahmed, sum er kendur úr filminum ”Rogue One: A Star Wars Story”, er í eirindaleysa høvuðsleiklutinum, og hevur Olivia Cooke úr ”Ready Player One” afturat sær.

Mikkel E.G. Nielsen, ið hevur klipt filmin, fekk Oscarvirðislønina fyri avrikið í ár. ”Sound of Metal” fekk eisini Oscarvirðislønina fyri besta ljóð, ið veruliga er innovativt, ljóðið.

Filmsfelagið, sum fyri stuttum vísti týska klassikaran “Blikktrumman”, hevur eisini víst amerikanska filmin ”Whiplash”, ið eisini hevði ein trummusláara í høvuðsleiklutinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo