Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Í nýggja filminum Toves værelse spælir 58 ára gamla Paprika Steen best lýdda danska yrkjara, Tove Ditlevsen, sum doyði 58 ára gomul í 1976. Biografklub Danmark frumsýndi filmin og ummælini eru sjáldsama góð, tá umræður ein innlendskan film, serliga í lýsingini av eitrandi sambandinum við Victor Andreasen.

Filmsfelagið sýnir filmin mikudagin.

Vit eru í sekstiárunum, tá Tove Ditlevsen livdi saman við Victor Andreasen, blaðstjóra á Ekstrablaðnum. Tey vóru gift frá 1951 til 1973, og hetta var fjórði maður, hon var í hjúnalagi við.

Nógv hevur verið granskað í og sagt um teirra viðbrekna samband, og mest sum allir danskir ummælarar eru í dag samdir um, at júst hesi kompleksu viðurskifti eru serliga væl lýst í nýggja filminum hjá Martin Zandvliet, sum fyrr hevur gjørt sterka krígsfilmin Under sandet, sum Filmsfelagið vísti í 2016.

Í baldruta hjúnalagnum eru sjáldsamar spælireglur, har ørstutt er millum hatur og kærleika, ikki ólíkt søguliga leikinum frá 1962 Who's Afraid of Virginia Woolf?, sum fýra ár seinni varð gjørdur til film. Í viðurskiftunum millum Tove og Victor, flúgva elskulig og sarkastisk orð hvørt um annað í stovuni hjá fólkakæra yrkjaranum og fremsta blaðstjóranum.

Tá hin ungi og vónríki Klaus Rifbjerg kemur á gátt at skifta orð um tað, sum tey øll trý elska og dyrka, bókmentirnar, veit hann einki um ræðuligu viðurskiftini í parlagnum. Hóast greiðar tankar um kvinnufrígering verður hann skjótt ein finna í spælinum um makt, har einki er heilagt.

Umframt Papriku Steen í høvuðsleiklutinum, síggja vit Lars Brygmann sum Victor Andreasen og Joachim Fjelstrup sum Klaus Rifbjerg.

Filmsfelagið: 6/9 kl 20:00 Toves værelse (Martin Zandvliet Danmark 2023 74 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo