![Skal](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/skal.png)
![Skal](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/skal.png)
Danskt-føroyski dokumentarfilmurin Skál er tilnevndur av stevnuni CPH:DOX í kappingini um ársins dokumentarfilm, ársins DOX:AWARD.
Tað skrivar Tina í Dali Wagner í Filmshúsinum í tíðindaskrivi.
Talan er um eina av heimsins størstu stevnum fyri dokumentarfilm. Tilsmans 15 filmar eru tilnevndir.
Stevnan er í døgunum 21. apríl til 2. mai.
Tað er NORDDOK, sum ger film úr Føroyum, Grønlandi og Danmark, sum hevur framleitt filmin Skál
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo