Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Netflix ger tað aftur. Tey hava gjørt ein heimildarfilm, um fyrstu múgvandi fótbóltsstjørnu í heiminum, brasilska Pelé, sum fyri landið vinnur trý heimsmeistaraheiti og livir tað góða lívið, eisini undir harðrenda einaræðisharranum, Médici.

Greitt er, at í áratíggju hava fótbóltur og filmur verið fólksliga undirhaldið ikki bara í Brasil, men í øllum Suðuramerika. Hesir fólksligu tulkingarfelagsskapir, sum ikki krevja lesiførleika ella dannilsi og tí eru griðstaðir fyri almúguna, sum tiltuska sær eitt atgongumerki, hava skapt ein áhuga og eina peningakonsentratión, ið sum einki annað hevur rímað uppá korruptión, ið hevur sent eitt ekkó um allan heim, samstundis sum fólksliga savningarmegin hevur verið eitt amboð hjá harðrendum einaræðisharrum, sum Médici, at gera seg sjónligar, at troðka seg fram og lyfta steypum, og at tryggja sær fólksliga makt og at verða valdir aftur og aftur.

Alt hetta letur Pelé seg brúka til, tað er sjón fyri søgn. 

Men tey, sum fyri Netflix hava gjørt filmin, fáa ikki fótin á hann, tíansheldur tackla hann og enn minni loyst tungubandið á 80 ára gomlu fótbóltsstjørnuni. Hann sigur einki og ger einki, heldur ikki tá einaræðisharrin Médici við hernaðarmegi leggur demokratiska landið undir seg.

Vit hoyra ríkisleiðarar siga: ”Nú hava vit bygt tær eitt stadion, nú skalt tú geva mær eitt heimsmeistaraskap!"

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo