Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein ørkymlað vinkona skrivaði ein status á facebook í gjár. Hon var móð. Móð av øllum kreativa og stuttliga tvætlinum, sum kemur fram í valstríðnum, sum hon málbar seg. Troytt av, at eingin tosaði um veruligu avbjóðingarnar, sum vit hava. At alt verður sligið upp í glens. Og mong tóku undir við henni á tráðnum.

So lat okkum tosa um tað, sum er trupult - hví eru Føroyar altíð býttar í tvíningar – høvuðstaður og útjaðari, samband-loysing, høgra-vinstra? Hví syngja politikarar og gera filmslýsingar av sær sjálvum, heldur enn at føra politikk? Hví semjast vit ikki um at loysa tær veruligu avbjóðingarnar?

Eg havi alla virðing fyri kreativiteti í einum valstríði. Havi eisini gjørt okkurt sjálv. Og tað skal eisini vera stuttligt. Viðhvørt. Soleiðis er lívið – onkuntíð stuttligt, men als ikki altíð.

Kríggj í bakgarðinum er ikki stuttligt. Ella at búgva í einum landi, har vit eru býtt í tvíningar – í mun til fiskiflotan, trúgv, Havnina og útjaðaran, tunlar ella ei og mangt annað. Tað er heldur ikki stuttligt at okkara børn og ungu hava vánaliga sálarheilsu, og at tey sum eiga at menna okkara minstu á dagstovnaøkinum rýma úr sínum størvum. Ella at fólk ikki hava ráð til hita, bústað, klæðir til síni børn. At fólk mugu biðja um fíggjarligan stuðul sum dulnevnd á bólkum á facebook.

Allar hesar avbjóðingar drukna í stuttligum innsløgum. Og í samfelagnum, sum altíð er býtt í tvey, tá avgerðir skulu takast.

Tað fer ikki at vera lætt at stýra landinum komandi tíðina. Tað fer at snúgva seg um raðfestingar. Hvar hjálpa vit fyrst. Tað fer at kosta at fáa Almannaverkið, dagstovnaøkið, Bústaðir og alt annað á rættan kjøl. Tað fer at kosta nógv. Men tað kostar eisini at lata vera. Tað kostar, at okkara børn og ungu detta ímillum skipanir. Tað kostar, at tey standa á langum bíðilistum. Tað kostar, at fólk ikki trívast í teirra størvum. Og tað kostar at handla við Russland. Tað kostar eisini at lata vera. Tað kostar at gera tunlar. Tað kostar at byggja nýggj skip. Tað kostar at tryggja øllum atgongd til kommunulæknar.

Og onki verður gjørt eftir einum degi.

Vit mugu standa saman sum fólk – høvuðstaður og útjaðari. Vit hava stórar avbjóðingar sum mugu loysast og vit eiga at koma úr skotgravunum. Vit mugu til arbeiðis.

Finna breiðar semjur og loysnir, sum røkka langt, soleiðis at fólk ikki enda við at detta ímíllum skiftandi samgongur, sum fara ein og annan veg. At vit ikki bara tosa. At vit handla. At vit lurta eftir hvør øðrum. Eisini teimum vit eru mest ósamd við.

Politikkur er at tosa um fílin í rúminum, og tað mugu vit gera, tí hann skal flytast, hasin fílurin.

Setur tú krossin við meg hósdagin, so setur tú krossin við eina, sum ikki ræðist at bretta upp armar og fara til arbeiðis fyri teg!

Birna Heinesen, valevni fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo