Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fyrr í ár bleiv kunngjørt, at ársins Faroe Islands Minority Film Festival varð avlýstur vegna korona. Góðu úrslitini seinastu tíðina hava við sær, at fyriskipararnir í FIMFF hóast alt hava mót uppá at hava ein FIMFF 2020, tó í eini minni útgávu.

Filmfestivalurin verður 24.-27. juli og byrjar í Norðurlandahúsinum 24. juni kl. 19.30. Tað er sera viðkomandi filmurin ‘Kampen om Grønland’, sum fer at seta filmfestivalin í ár. Filmurin snýr seg um fýra grønlendingar, ið á hvønn sín hátt ynskja broytingar í Grønlandi.

Frá .fo til .org
Fyriskipararnir í FIMFF vóru her fyri noydd at skaffa nýggjan heimasíðubústað. Hetta komst av, at onkur hevur keypt fimff.fo, so FIMFF ikki kann varveita sín bústað. Hóast festivalurin hevur roynt at sett seg í samband við keyparan, hevur tað ikki eydnast. Tískil var festivalurin noyddur at keypa nýtt økisnavn, og nú ber til at finna heimasíðuna hjá FIMFF á fimff.org.

FIMFF light
Tað verður, sum áður nevnt, ein minni útgáva av FIMFF í summar, men fyriskipararnir lova at tað vera eins áhugaverdir spælifilmar, stuttfilmar, heimildarfilmar og barnafilmur á skránni í ár sum undanfarnu árini. Til ber at fylgja við í skránni á teirra heimasíðu fimff.org og á facebook síðuni facebook.com/fimff

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo