Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fimleikasambandið: Føroya Fimleikasamband gleðist um at bjóða til Fimleikafagnaðin tann 25. og 26.november 2023.

Evnið er frítt, so vit fáa fimm fjølbroyttar framførslur frá luttakandi feløgunum. Luttakandið feløg eru Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Støkk, Havnar Fimleikafelag og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Við at brúka alla breiddina hjá felagnum verður pallmyndin skapað við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi. Framførslan kann hava ein reyðan tráð ella brotmyndir, eingi mørk eru fyri samansetingini. Hetta gevur áskoðarunum eina serstaka uppliving, sum nemur við kenslur av øllum slagi.

Sýningar eru leygardagin 25. nov. kl.14.00 og sunnudagin 26. nov. kl.14.00 og kl.17.00. Til seinastu sýningina verður vinnarin kunngjørdur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo