At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FBF Úrslit/Bónus-kappingi, kvinnur – Bólkur 2: Hjá Fleyr og TB stendur á gomlum nøglum í hesum døgum, tí sunnudagin møtast tey bæði í avgerandi dysti fyri, hvør teirra vinnur seg í hálvfinaluna í steypakappingini.

Tó er eisini matematiskur møguleiki fyri, at hvørgin teirra sleppur í hálvfinaluna, men at KÍF ístaðin spleysar tey bæði av. Tað hendir, um KÍF vinnur 3-0 á oddaliðnum Drátti, og um Fleyr vinnur 3-2 á TB. Tá høvdu øll hesi trý havt 4 stig, men KÍF settmunin 0, Fleyr settmun -1 og TB settmun -2.

Hendir tað ikki, so verður tað vinnarin av dystinum millum Fleyr og TB, sum fer í hálvfinaluna saman við Drátti. Vit kunnu kalla tað eina finalu um at koma í hálvfinaluna.

Sunnudagin 28. jan. kl. 16:00: Dráttur – KÍF
Sunnudagin 28. jan. kl. 16:00: Fleyr – TB

Støðan í bólki 2: 

Lið 

Dystir 

Settmunur 

Stig 

Dráttur 

TB 

-1 

Fleyr 

-2 

KÍF 

-3 

--------

Bónus-kappingi, kvinnur – Bólkur 1:
Í bólki 1 er somuleiðis stórur spenningur undan seinasta umfarinum sunnudagin. Greitt er, at Mjølnir og SÍ hava vunnið seg í hálvfinalurnar, men enn er eftir at spæla um fyrstaplássið í bólkinum – og harvið sleppa undan at møta Drátti í hálvfinaluni. Tí tað kann lættliga kosta finaluplássið.

Fyrstaplássið í bólkinum er ein beinleiðis uppgerð millum Mjølnir og SÍ. Vinnarin verður nr. 1 og skal spæla ímóti nr. 2 í hinum bólkinum , og taparin verður nr. 2 og skal spæla ímóti vinnaranum í hinum bólkinum, Drátti.

Sunnudagin 28. jan. kl. 13:00: Fleyr B – Ternan
Sunnudagin 28. jan. kl. 14:00: Mjølnir – SÍ

Støðan í bólki 2: 

Lið 

Dystir 

Settmunur 

Stig 

Mjølnir 

SÍ 

Fleyr B 

-6 

Ternan 

-6 

--------

Bónus-kappingin, menn:
Hjá monnum er hinvegin longu greitt, hvørji tey fýra liðini í hálvfinaluni eru: SÍ, Mjølnir, ÍF og Fleyr. Matematiskt kann Ternan koma ájavnt við Fleyr, um Ternan vinnur 3-0 á oddaliðnum SÍ, og um Fleyr tapir 3-0 fyri ÍF. Men tá siga reglurnar, at Fleyr eigur munin, tí Fleyr vann á Ternuni í dystinum teirra millum.

Men eftir er framvegis at spæla um fyrstaplássið í bólkinum, tí nr. eitt spælir ímóti nr. fýra í aðrari hálvfinaluni, og nr. tvey og trý spæla í hinari. Nógv skal verða øðrvísi, enn tað annars hevur verið hetta kappingarárið, um SÍ ikki skal gerast nr. 1, tí vinnur SÍ sín dyst á Ternuni, so kann SÍ ikki takast.  

Vinnur Mjølnir sín dyst á ÍF sunnudagin, so hava klaksvíkingar tryggjað sær annaðplássið, og so verður tað avgjørt í dystinum mánakvøldið millum ÍF og Fleyr, hvør teirra møtir Mjølni, og hvør møtir SÍ. Fær ÍF hinvegin trý stig ímóti Mjølni sunnudagin, so er eisini vist, at Mjølnir og ÍF møtast aftur í hálvfinaluni, tí tá kann Fleyr ikki taka ÍF aftur.

Hetta var alt til roknimaskinurnar, men dystirnir verða sum kunnugt spældir í hallunum:

Sunnudagin 28. jan. kl. 19:00: SÍ – Ternan
Sunnudagin 28. jan. kl. 19:00: ÍF – Mjølnir
Mánadagin29. jan. kl. 19:00: ÍF – Fleyr

Støðan í Bónus-kappingini, menn: 

Lið 

Dystir 

Settmunur 

Stig 

SÍ 

Mjølnir 

ÍF 

Fleyr 

-2 

Ternan 

-8 

-------- 

Hálvfinalurnar í Bónus-kappingini verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 10. februar. Steypafinalan verður í høllini á Hálsi leygardagin 24. februar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo