Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ocean Rainforest: Eitt samtak við 25 altjóða fyritøkum og stovnum undir leiðslu av føroysku fyritøkuni Ocean Rainforest hevur fingið slakar 70 milliónir krónur í fígging frá Horizon Europe til verkætlan, sum skal rudda slóð fyri at vaksa munandi um marknaðin fyri framleiðslu av vørum burturúr tara í Europa.  

Verkætlanin kallast SeaMark og byrjar 1. juli 2022 og gongur yvir fýra ár.  Samtakið hevur sett sær fyri at framleiða tólv nýggjar vørur burturúr sukurtara innan heilivág, kosmetikk, matvøru og fóður. Millum annað verður framleiðsla av matvøru, sum kann brúkast ístaðin fyri kjøt, og fóðurískoyti, sum skal betra um sodning, fóðurfaktor og framleidni í grísaframleiðslu. Harumframt fara royndir ar verða gjørdar við framleiðslu av pakkitilfari burturúr tara, sum kann brúkast ístaðin fyri plastikk. 

SeaMark verkætlanin skal eisini meta um og staðfesta ávirkanina, sum taraaling hevur á vistskipanina, so tað fæst ein neyvari fatan av, hvønn leiklut taraaling kann fáa í burðardyggum ringbúskapi frameftir. 

Hetta er fyrstu ferð at ein føroysk fyritøka ella stovnur hevur yvirskipaðu leiðsluna av einari ES verkætlan í granskingarskránni Horizon 2020 ella Horizon Europe.  

Føroyska taraalifyritøkan Ocean Rainfores leiðir og samskipar verkætlanina, og ætlanin er at menna framleiðsuførleikan av taraúrdráttum í Føroyum munandi.    

Tólv aðrar fyritøkur frá ymsum evropeiskum londum eru við í verkætlanini. Teirra millum eru fyritøkur við áhuga fyri taraaling, og fyritøkur, sum framleiða burturúr tara. Aðrar fyritøkur eru eitt nú Carlsberg, Wattenfall og Algaia.

Tólv granskingarstovnar við nógvari tvørfakligari vitan eru eisini við í verkætlanini. Føroyski granskingarstovnurin Sjókovin hevur eisini ein týdningarmiklan leiklut í verkætlanini. Sjókovin hevur m.a. ábyrgdina av at fremja tøkni-búskaparligar greiningar av mentu framleiðslugongdunum, umframt virðisketu og samfelagsbúskaparligar greiningar.   

“Í evropeiskum høpi er taravinnan ein ung vinna, sum stendur í vøkstri, og stórur áhugi er fyri vørum úr tara. Tó eru nógvar avbjóðingar fyri framman. Luttakararnir í verkætlanini eru oddvitar í altjóða taravinnu og -gransking. Vit eru sera fegin um at kunna arbeiða saman við hesum serfrøðingunum í einum tvørfakligum samstarvi, so vit kunnu gera eitt munagott lop ímóti einari størri og lønsamari taravinnu,” sigur Ólavur Gregersen, samskipari av verkætlanini og stjóri í Ocean Rainforest.

Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum alir tara í Føroyum og USA, og framleiðir vørur til marknaðir innan mat, fóður, heilsu og kosmetik.   Ocean Rainforest hevur síðan byrjan arbeitt við at menna ein hóskandi hátt til at ala tara í harðbalnum havumhvørvi og harvið fremur felagið nýskapan, tí kunnleikin um hetta er avmarkaður úti í stóru verð.

Sjókovin er ein óheftur, privatur, ikki-vinnuligur granskingarstovnur við endamáli at stimbra burðardygga menning í fiski- og alivinnu. Í tvørfakliga toyminum hjá Sjókovanum eru serfrøðingar í búskaparfrøði, stjórnmálafrøði og lívfrøði. Sjókovin miðar ímóti at virka sum ein brúgv millum gransking og vinnu, soleiðis at vitan, í breiðari marking verður betri gagnnýtt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo