Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

BirkBloggur: Á sandinum í Sørvági hevur eisini verið vanligt at taka langskel at eta um páskirnar. Men handilslig skeljaveiða er tó avmarkað til eittans loyvi, sum handilsvirkið O.C. Joensen á Oyri hevur. Tað er at veiða jákupsskel. Í nogv ár hava tey veitt eina fasta nøgd, sum verður loypt og fryst á Oyri, og so send ta longu leið til Vjetnam at verða pilkað í hond.

Sigst, at úrtøkan er eins góð og smakkurin. Helst er tað Birgir Enni, sum á okkara leiðum og døgum hevur ment ansin og virðingina fyri skeljum í heimligari matgerð.

Undir heitinum Langskel Vinaigrette varð sjáldsama skelin úr Sørvági borðreidd við føroyskum oksamergi omanyvir og við sitrónkremi í skeljabotninum, soleiðis at feitt og soltið arbeiðir saman, ikki minst afturvið vælvalda víninum. Rógvi Dalsgarð er matstovuleiðari.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo