Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Finleif Mortensen, listamaður, sýnir fram í Ribarhúsi i Fuglafirði. Framsýningin letur upp, fríggjadagin 16. august kl. 17:00.

 

Finleif Mortensen hevur tveir málihættir – ein figurativan og ein abstraktan. Tveir hættir, ið vanliga eru fataðir sum tveir mótsetningar. Tann eini byggir á eygleiðing og endurgeving av verðuleikanum sum hann sæst, har hin er savnandi um rein skap og litir á hvør sín hátt, í størri ella minni mun ósjálvstøðugt av tí sum sæst.

Tess meir man eygleiðir málningarnar hjá Finleif Mortensen, tess meira sýnast hesir mótsetningar kortini at fána burtur, ella í øllum førum at hava íblástur frá hvørjum øðrum.

Verður hugt eftir tí figurativa málninginum, málar hann ofta tað kenda motivið, náttúruna, smáu  bygdirnar hav og himmal.

Litirnir bera sum oftast brá av blágrønum og reydligum litum.

Á framsýningni í Riberhusi hevur Finleif Mortensen málningar, har íblásturin kemur frá bygdum og landsløgum umframt nakrar abstraktar málningar, har íblásturin kemur frá nátturuupplivingum á fjallatúrum.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 16. august kl. 17.00 har Frits Johannesen bjóðar vælkomin og Rani Nolsøe fer at syngja nakrar sangir. Framsýningin er opin til 31. august - mánadag til fríggjadag frá kl.15.00 til 17.30 og leygardag frá kl.11.00 til kl.14.00.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo