![Jardskjalvti 02](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/jardskjalvti_02.jpg)
![Jardskjalvti 02](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/jardskjalvti_02.jpg)
Bjargingarfólk finna framvegis fólk sum eru á lívi í húsaleivdunum eftir jarðskjálvtan í Turkalandi og Sýria fyrr í vikuni.
Í dag eru tvær kvinnur bjargaðar eftir at hava ligið kleimdar í 120 tímar í tveimum ymiskum býum í turkalandi. Eisini frættist um eitt 10 daga gamalt pinkubarn sum saman við mammuni er blivið bjargað.
Almenna talið á deyðum eftir jarðskjálvtan er nú komið uppum 24.000 í londunum báðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo