Finski uttanríkisráðharrin, Elina Valtonen, fer hósdagin at hitta amerikanska starvsfelagan Marco Rubio í Washington, har tey tosa um Ukraina-kríggið og viðurskiftini millum londini.
– Fundurin við Rubio kemur til eitt gott høvi. Tað gevur okkum møguleika at tosa í trúnaði um, hvussu vit kunnu enda kríggið hjá Russlandi móti Ukraina. Finnland stuðlar Ukraina um ein rættvísan og varandi frið, sigur Valtonen sambært norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



