Fiskaaling: Lúsagranskarar úr øllum heiminum savnast vanliga annaðhvørt ár til stóra ráðstevnu. Seinasta av hesum slagnum var í 2018 í Kili, og í 2020 skuldi Fiskaaling skipa fyri ráðstevnuni í Føroyum – men so kom Korona.
Ráðstevnan varð fyrst útsett til 2021, og so aftur til mai 2022, og tað liggur enn fast.
Nú er farið at merkjast, at granskarar innan fyri laksalús leingjast eftir einum tiltaki ella ráðstevnu, har teir kunnu leggja fram granskingarúrslit og vitan, ið hevur týdning fyri laksatrupulleikan, sum allir framleiðarar kenna til. Men enn er nakað leingi at bíða til næsta ár, og tí verður ein lúsaráðstevna hildin á netinum í døgunum 7-9 septembur 2021.
Tað er P/F Fiskaaling, sum skipar fyri hesi netráðstevnuni, har vanlig luttøka er ókeypis.
Á skránni eru trý høvuðsevni:
- Host and parasite biology: keys for control.
- Environmental impacts and societal responsibility
- Expanding options for integrated pest management: improved tools for a sustainable future.
Fimm altjóða viðurkendir granskarar leggja fram fyri hvørt høvuðsevni, ella tilsamans 15 yvir teir tríggjar dagarnar. Í skránni verða eisini Gunnvør á Norði og Tróndur J. Kragesteen frá Fiskaaling, sum leggja fram. Skráin er at síggja á heimasíðuni hjá Sea Lice Conference, har heitini á teimum einstøku framløgunum eisini standa: https://sealiceconference.net/sealice-online-2021/
Hóast ráðstevnan er á netinum, so fáa luttakararnir kring heimin eisini møguleika at seta spurningar ella viðmerkingar, sum síðani verða svaraðir beinleiðis av teimum, ið leggja fram. Næstan 300 hava longu teknað seg til ráðstevnuna, so tað er einki at ivast í, at nógv síggja fram til áhugaverdu evnini, ið verða viðgjørd har. Ókeypis tilmelding er á heimasíðuni.
Altjóða lúsaráðstevnan hevur, søguliga sæð, stóran áhuga millum bæði granskarar og í alivinnuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo