Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nótaskip: Kringvarpið hevur nú í fleiri umførum havt tíðindainnsløg um, at Føroyar bert fiskaðu 67% av makrelkvotuni í 2021.

Hetta er ikki rætt, og tað er sera óheppið, at vit nú upp undir komandi samráðingar við hini strandalondini geva teimum fatan av, at vit ikki kláraðu at fiska kvotuna, sum vit settu okkum í 2021. Veruleikin er, munurin millum útskrivaðu makrelkvoturnar fyri 2021 og veiðuna hetta árið, bert vóru 2.000 tons.

Føroyska kvotan í 2021 var 167.048 tons, og KVF roknar við eini veiðu upp á 105.000 tons í fjør. Tað er rætt, at hetta eru 63% av kvotuni, men her eru fleiri viðurskifti, sum ikki eru tikin við.

Í fyrsta lagi lótu vit 22.400 tons til onnur lond. Hetta er 13,4 % av kvotuni.

Í øðrum lagi hevur í samstarvinum millum strandalondini verið semja um, at 10% av kvotuni kunnu flytast til árið eftir. Hetta svarar til 16.705 tons.

Í triðja lagi vóru kvotur upp á tilsamans 7.814 tons ikki útskrivaðar, fyrr enn eftir at vertíðin var liðug. Av hesum vóru 1.800 tons latin til vinnuligar royndir og verkætlanir til Vestmanna Fiskavirki, Tavuna og Sandshavið. Hini 6.014 tonsini vóru latið í sambandi við ítøkiligt skipakeyp til Ango og Biritu.

Í fjórða lagi afturhelt landsstýrismaðurin 10.000 tons, sum eftir tí, ið er upplýst, m.a. skuldu brúkast sum endurgjald fyri mist rættindi í ES avtaluni. Henda kvotan er ikki útskrivað enn.

Tá hetta er drigið frá, so hevur Vørn útskrivað loyvir til at fiska 110.129 tons av kvotuni í 2021. Sambært hagtølunum hjá Vørn vísa vektarseðlarnir, at 108.064 tons eru fiskað, og sostatt eru bert 2.065 tons ófiskað.

Hetta er tann rætta myndin, ið vit eiga at vísa hinum strandalondunum.

Tað er sjálvsagt torført at siga, um alt hevði verið fiskað, um øll loyvini vóru útskrivað, tá vertíðin byrjaði. Men sannlíkt høvdu vit havt gjørt tað. So vit mugu siga, at tað hevur eftir umstøðunum gingið væl at fiska makrelin í 2021, serliga tá hugsað verður um, at makrelurin hevur staðið sera spjaddur í mun til undanfarin ár. Vit hava fiskað 39.000 tons meira av makreli í 2021 enn í 2020, hóast vit ikki hava havt at gongd til bretskan sjógv.

Tað skal tó leggjast afturat at 33.796 tons vórðu flutt frá 2020 til 2021. Hetta hevur m.a. samband við broytingar í sambandi við fiskivinnunýskipanina, men hetta broytir ikki myndina av, at vit høvdu at klára at fiskað alla makrelkvotuna í 2021, um allar kvoturnar vórðu útskrivaðar áðrenn vertíðin byrjaði.

Makrelkvotan 2021
Føroysk kvota                         167.048
Latið øðrum londum                 22.400
Eftir at útluta                          44.648
Flyting 10% til 2022                 16.705
Eftir at fiska í 2021                127.943
Útskrivað eftir vertíðina           7.814
Afturhildið – ikki útlutað         10.000
Útskrivað at fiska                  110.129
Fiskað smb. Vørn                  108.064
Ófiskað                                    2.065    

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo