Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskaskipini liggja við bryggju, men fara væntandi skjótt avstað. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Grønland og fýra eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Streymurin er brúkiligur til útróður, men veðrið verður óstøðugt, so vit vænta ikki nógvan útróður. Fiskaríið er brúkiligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.

Tveir ísfiskatrolarar eru nýliga byrjaðir at fiska. Báðir fiska svartkalva. Ein frystitrolari er eisini til fiskarí. Hann fiskar eisini svartkalva. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar á Føroya Banka, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski.

Øll pørini uttan tvey eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verið hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski. Nøkur landa í vikuni.

Tríggir trolbátar eru norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og toski. Allir landa í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt, og øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo