Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Grønt brennievni og slógv rúmast ikki í trongu LxBxD-kassunum í fiskidagaskipanini.

Ein fiskidagaskipan, sum ikki setur veiðuhámark, má, umframt dagar, hava onkrar kapasitetsavmarkingar, so dagarnir ikki bara við tíðini gerast effektivari, og her valdi mann upprunaliga støddaravmarking, LxBxD, fyri øll skip og so motoreffektsavmarking afturat fyri trolarar.

Slíkar avmarkingar hava sjálvandi sína ávirkan á, hvussu ein floti verður dagførdur, og tað vísur seg eisini, at línuskipini í bólki 3, sum, fyri meira enn 10 árum síðan, sluppu undan støddaravmarkingini, í nógv størri mun enn skipini í hinum bólkunum, eru skift út við størri og tíðarhóskandi skip við betri arbeiðsumstøðum og manningarrúmum. Fiskiskapur á fjarleiðum, hjá hesum bólki, hevur nokk bæði viðvirka til og verið ávirkaður av hesi broyting.

Grundgevingin fyri at avtaka støddaravmarkingina hjá línuskipum var, at tað, uttan mun til stødd á skipi, var eitt mark fyri, hvussu nógv lína kundi dragast, og harvið fiskiskapi.

Líknandi grundgeving kann saktans eisini brúkast fyri trolarar í bólki 2, har tað uttan mun til stødd á skipi, er motororkan, sum avgerð hvussu stórt trol kann sleipast, og harvið fiskaríið.

Støddaravmarkingin átti tí eisini at verið tikin av fyri trolarar í bólki 2, so skipini kundu verið dagførd til størri skip við betri arbeiðsumstøðum og rúmligari manningarrúmum, eins og línuskipini í bólki 3.

Tvær aðrar og kanska nógv sterkari grundgevingar fyri loyvi til størri skip, eru kravið um at alt skal til lands og grøna orkuskifti.

Alt til lands krevur eyka pláss til bæði handfaring og goymslu av eyka veiðunøgd, og tað krevur helst eisini eyka manning. Grøna framtíðarbrennievnið krevur við trygdarrúmum uttan um stórar goymslutangar rættuliga nógv pláss. Botntangar og illa formað rúm í endum á skipi, sum vanliga hava verið nýtt til olju, kunnu tí ikki brúkast til grøna brennievnið. Hetta krevur tí annarleiðis innrætting av skipi og harvið rættuliga nógv eyka pláss, fleiri ferðir tað pláss, sum oljan krevur.

Við størri trolarum í bólki 2, verður eisini møguligt at gagnnýta møguligar kvotur uttanlands, á sama hátt sum størru línuskipini gera tað, og tað kann vera við til at lætta um trýstið á botnfiskastovnarnar.

Fyri smærru bátarnar í bólki 4 og 5, sum royna á innaru leiðum, gevur tað meining at hava eina støddaravmarking, men hon átti at verið broytt til BT (bruttotonnagu) heldur enn LxBxD, sum ikki altíð hevur verið so einfalt, sum til dømis, tá ið samanborin skip ikki hava verið máld til sama dekk. Tá ber ikki til einans at broyta dekshædd á øðrum skipinum, ti longdin ávirkast eisini av hvat dekk, mált verður til.

Tað gav kanska meining við LxBxD, tá ið stórur partur av flotanum var máldur eftir 1947-tonnagukonventiónini, meðan nýggjari skip, sum komu inn í staðin, vóru máld eftir 1969-tonnagukonventiónini, sum oftast gav munandi størru tonnagu. Í dag, nú at kalla øll skip eru máld eftir 1969-konventiónini, er ongin grundgeving fyri ikki at brúka BT heldur enn LxBxD.

Kanska áttu hesir bátar í sama viðfangi at fingið loyvi til eina nakað størri tonnagu, so betur kundi verið livað upp til nútíðarkrøv, bæði hvat manningarumstøðum, alt til lands og grønum brennievni viðvíkur.

Nakað annað er so, at trolarar í bólki 2 saktans kundu verið reguleraðir við kvotum, tí væl yvir 90% av veiðuni seinastu 11 árini hevur verið upsi. Toska- og hýsuveiðan, hjá hesum bólki, hevur hesi árini ligið rættuliga javnt um ávikavist 5- og 2% av samlaðari veiðu hjá hesum bólki, burtursæð frá tveimum árum, har toskafiskiskapurin hevur verið rættuliga góður, og trolarar tí helst onkuntíð hava lagt seg á toskaleið heldur enn á upsaleið.

Møguliga hevði parturin av toski og hýsu kunnað verið enn minni, um skipini í eini kvotuskipan tilætlað hildu seg frá toski og upsa.

Við smáum toska- og hýsukvotum afturat upsakvotu kundu trolarar í bólki 2 sloppið undan bæði støddar- og motoreffektsavmarking, so reiðarar fingu heilt fríar teymar at velja sær skip.

At nýta pelatrekk sum einastu kapasitetsavmarking fyri trolarar í bólki 2, sum onkur hevur lagt upp til, dugi eg ikki at síggja nakra meining í. Motoreffektsavmarkingin er har frammanundan og tænir júst sama endamáli. At pelatrekk er betri mát fyri veiðuorku er ivasamt. Fyri tað fyrsta er tað ikki pelatrekkið, sum dregur trolið, men tovkraftin, sum er tað, sum skipið megnar at toga við á leið 4 míla ferð, og tað er ikki tað sama. Fyri tað annað eru nógvir parametrar, sum spæla inn, tá ið pelatrekkið skal takast. Tað kann tí blíva ósikkurt og orsøk til mismun og misnøgd.

Motoreffektin er meira einføld at hava við at gera, og hon er har frammanundan, og tískil er ongin broyting hasum viðvíkjandi neyðug.

Thormund Johannesen
Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo