Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaðurin væntar, at umskiftandi veðrið næstu dagarnar fer at seta sín dám á hvat kemur uppá land.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, tey hava brúkiligt fiskarí. Eitt fiskar havtasku, men har er smáligt. Garnaskipini landa øll í vikuni.

Tey flestu pørini eru til fiskarí, fleiri koma at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Fiskaríið er smáligt, men okkurt gott hálið er inn ímillum.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju. Veðrið verður sera skiftandi, so tað er ivasamt nær teir fara út.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur helst at landa fyrst í vikuni. Ein er á beding.

Rokna verður ikki við nógvum útróðri, tí streymur og veður eru ikki til vildar tað mesta av vikuni. Teir størru útróðrabátarnir gera tó helst onkran túr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo