Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Spurningurin um veiðigjøld í føroysku fiskivinnuni hevur verið nógv umrøddur í valstríðnum, og tí er viðkomandi at gera nakrar viðmerkingar um hetta. Føroya Reiðarafelag ynskir fyrst og fremst eina støðuga skipan, har reiðaríini hava møguleika fyri at hava avlop og at gera íløgur í nýggj skip.

Gjøldini í dag eru ásett sum ein prosentpartur av søluprísinum fyri undanfarna ár, og hendan skipan ger, at gjøldini kunnu gerast ein sera høgur partur av tí møguliga yvirskotinum hjá reiðarínum. Hetta hevur verið eyðsæð í ár.

Ført verður fram, at um fiskaprísurin er hægri, kunnu reiðaríini rinda hægri veiðigjald. Hetta er ikki rætt, tí at fleiri onnur viðurskifti skulu eisini ganga eftir vild, um úrslitið av fiskiskapinum skal vera nóg gott.

Fyri tað fyrsta skal fiskiskapurin vera góður, soleiðis at veiðan pr. dag er á nøktandi støði. Í øðrum lagi skal fiskaprísurin vera nóg góður. Í triðja lagi skulu samlaðu kvoturnar fyri hvørt skipið vera nóg stórar til at hava sunnan rakstur. Í fjórða lagi skulu okkara millumlandaavtalur vera soleiðis skipaðar, at tær tryggja skipunum atgongd at fiska í teimum røttu økjunum. Í fimta lagi skulu aðrar útreiðslur til olju og annað ikki vera ov høgar í mun til umsetning og úrslit.

Tað nyttar einki, um fiskaprísurin er høgur, tá ið fiskiskapurin ikki er nóg góður. Tað nyttar heldur einki, um fiskiskapurin er góður, tá ið veiðigjøld og oljuútreiðslur eru ov høg.

Samlaða úrslitið hjá uppsjóvarflotanum (15 skip) fyri 2021 var góðar 280 mió. kr., meðan samlaðu veiðigjøldini hjá uppsjóvarskipum vóru umleið 300 mió. kr. Afturat hesum kemur partafelagsskattur og vinningsbýtisskattur. Tað vil siga, at landið longu fær bróðurpartin av úrslitinum hjá uppsjóvarflotanum.

Um hugt verður eftir tí samlaða úrslitinum hjá uppsjóvarflotanum í 2021, vóru skattir og avgjøld til landið væl meira enn helvtin av úrslitinum, meðan tann minni parturin liggur eftir reiðarínum. Hetta er samlaða úrslitið fyri allan uppsjóvarflotan. Tað merkir aftur, at summi reiðarí kunnu hava eitt munandi verri úrslit enn hetta. Í prinsippinum kann skattingin vera 100% av úrslitinum hjá einum skipi.

2022 hevur verið eitt trupult ár fyri flotan, av tí at oljuprísurin hevur verið methøgur yvir longri tíð. Hetta merkir, at nú gerast veiðigjøldini ein lutfalsliga størri partur av útreiðslunum í mun til úrslitið. Um fiskiskapurin samstundis ikki er góður, gerst støðan uppaftur verri. Tað hevur t.d. tikið drúgva tíð at fiska føroysku makrelkvotuna í 2022, og tað merkir aftur hægri útreiðslur til olju í fiskiskapinum.

Føroyski uppsjóvarflotin er vaksin seinastu árini, eftir at fleiri nýggj skip eru komin í flotan. Flotin er tí vorðin meira fjølbroyttur, og úrslitini fyri tey einstøku skipini kunnu vera sera ymisk vegna samanseting av kvotum. Hetta avmarkar eisini, hvussu nógv landið kann krevja í veiðigjøldum.

Við verandi skipan kemur fyri, at skip hava undirskot av ávísum túrum, men landið skal framvegis hava veiðigjøld. Tað vil siga, at inntøkur landsins eru sera væl tryggjaðar í verandi skipan. Tó hevur reiðaríið onga trygd fyri, at raksturin gevur yvirskot.

Eftir at nýggja skipanin varð sett í verk, eru gjøldini á sild, svartkjaft og tosk hækkað munandi, meðan gjaldið fyri makrel er lækkað. Tískil hava vit longu eina skipan, sum leggur upp fyri hægri fiskaprísum og tryggjar landinum stórar inntøkur.

Uppsjóvarfiskastovnarnir ferðast víða, og ferðingarmynstrið broytist alsamt. Tí er umráðandi, at fiskivinnan hevur tryggar og langskygdar karmar, soleiðis at virksemið og íløgur kunnu leggjast til rættis á skynsaman hátt.

Føroya Reiðarafelag
Stefan í Skorini, stjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo