Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar er evnið á ráðstevnu á Hotel Føroyum í dag. Fokus verður sett á tað miðvísa arbeiðið sum er gjørt, og sum framhaldandi skal gerast, fyri at skjalprógva føroyska fiskivinnu sum burðardygga.

Á ráðstevnuni í dag verður sjóneykan sett á, hvussu treytirnar í føroysku fiskivinnuni eru broyttar seinastu árini, og hvussu føroysk fiskivinna og umsiting laga seg til broytingarnar. Arbeiðið við at skjalfesta føroyska fiskiveiðu sum burðardygga, hevur verið á skrá síðan 2012, tá fyrstu góðkenningarnar vórðu fingnar. Hetta hevur verið gjørt eftir standardinum hjá Marine Stewardship Council (MSC).

MSC rekur eina altjóða skipan við góðkenningum, hvørs endamál er at fremja burðardyggan og ábyrgdarfullan fiskiskap. Seinnu árini er burðardygd farið at fylla meira og meira í raðfestingunum hjá brúkarum og stóru handilsketunum á okkara útflutningsmarknaðum, tí hevur arbeiðið við burðardygd eisini borið ávøkst. Í ár hevur føroyska fiskivinnan tikið enn eitt stig á burðardyggu leiðini og stovna felag til at røkja hesi áhugamálini og fremja hetta týdningarmikla virksemi. Fiskiveiðan eftir fleiri av fiskasløgunum er longu góðkend av MSC, og arbeitt verður við at fáa fiskiveiðuna eftir enn fleiri fiskasløgum góðkenda.

Umstingarliga ásetir landsstýrismaðurin fiskidagarnar eftir botnfiski við kunngerð, sum tekur støði í umsitingarætlan.

Endamálið við Fiskivinnustevnuni 2022 er at savna eitt breitt umboð frá vinnuni, granskingarumhvørvið umframt politisku skipanina, til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna. Ein nátúrligur partur av hesum er at umrøða, hvussu heimsmálini hjá ST um ein burðardyggan heim í 2030 ávirka fiskiskap okkara framyvir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo