Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Partafelagið Fjarhitafelagið í Havn hevði hall á nærum 6 mió kr eftir skatt í fjør. Hetta er triðja árið á rað, at Fjarhitafelagið hevur hall. Samlaða hallið hevur verið áleið 10 mió kr hesi árini.

Nettosølan minkað við áleið eini millión krónum samstundis sum framleiðslukostnaðirnir vuksu við stívliga fimm mó kr. Eisini starvsfólka- og rentukostnaðirnir vuksu og tí fekk úrslitið illa verið øðrvísi.

Í frágreiðingini verður sagt um orsøkina til gongdina, at árið var nógv ávirkað av høgari oljunýtslu, millum annað tí at fleiri stórir brúkarar komu í skipanina. Hartil var veturin harður við nógvum vindi og kulda. Íløgur vórðu gjørdar í anleggið fyri smáar 18 mió kr. Millum annað er nýggj fjarhitaleiðing løgd í Landavegin, J. Patursonargøtu og Kongagøtu. Nakað av arbeiði er eisini gjørt við Karlamagnusarbreyt og í sambandi við nýggju fyribilsstøðina á Sundi.

Í fjør komu 141 nýggir brúkarar í skipanina, so har nú eru tilsamans 1740 brúkarar.

Fíggjarstøðan hjá Fjarhitafelagnum javnvigar við 258 mió kr og eginognin er smáar 83 mió kr.

Stjóri er Hans Christian Dam.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo