Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Símun Petur Venned (vm) tekur við eftir Heidi Durhuus (hm) sum KT-mennari hjá Fjølrit. (Foto: Helle Thede Johansen)

Símun Petur Venned (vm) tekur við eftir Heidi Durhuus (hm) sum KT-mennari hjá Fjølrit. (Foto: Helle Thede Johansen)

Símun Petur Venned (vm) tekur við eftir Heidi Durhuus (hm) sum KT-mennari hjá Fjølrit. (Foto: Helle Thede Johansen)

Fjølrit: Heidi Durhuus, okkara nærlagdi, fyrikomandi og dugnaligi umsitari og KT-mennari seinastu hálvtfimtu árini, hevur fingið nýtt starv í Bergen, har hon og familja hennara býr. Heidi varð 1. apríl 2018 sett í starv sum fyrsta lønta starvsfólkið í Fjølrit nakrantíð.

Hóast rættindahavafelagsskapurin skjótt hevur 37 ár á baki, var umsitingin av viðurløgum fyri avritan heilt fram til 2010 røkt av óløntum nevndarlimum í grunninum. Hetta árið varð upphavsrætturin yvirtikin sum føroyskt málsøki, og eftir hetta gingu nøkur ár við at orða nýggja lóg og kunngerðir. Í apríl 2015 varð so galdandi lóg um upphavsrætt sett í gildi.

Nýggja upphavsrættarlógin kravdi, at viðurløg fyri avritan/nýtslu av upphavsrættarvardum verkum ikki longur kundu umsitast sum ein grunnur, og kravt varð, at viðurløg hereftir skuldu avroknast til viðkomandi upphavsfólk. Tað vil siga, at upplýsingar um avritan/spjaðing av eintøkum skulu fáast til vegar, saman við navni á upphavsmanni, og at ein dátatrygg skráseting av upphavsfólkum skuldi setast á stovn.

Í dag eru 220 upphavsrættarfólk og arvingar tess skrásettir í Fjølrit, sum umsitur viðurløg svarandi til knappar tríggjar milliónir krónur árliga, tá útreiðslur til umsiting eru drignar frá. Tað er í stóran mun Heidi Durhuus fyri at takka, at Fjølrit í dag er ein rættindahavafelagsskapur, sum virkar fult á hædd við líknandi felagsskapir grannalondum okkara.

Stjórnin fyri Fjølrit vil við hesum takka Heidi Durhuus fyri eitt megnar arbeiði, føroyskum listafólkum til frama, og ynskja henni alt tað besta í nýggja starvinum.

Vælkomin til Símun Peter Venned
1. desember 2022 kundu vit bjóða Símuni Peturi Venned væl komnum sum nýggi KT-mennari okkara. Símun Petur er útbúgvin BA í stødd- og hagfrøði, og kemur frá einum starvi sum dátugreinari hjá Udviklings- & Forenklingsstyrelsen í Keypmannahavn.

Framyvir fer Símun Petur at hava ábyrgdina av dátagrunninum, innheinting av dáta, skráseting, útrokningum og útgjaldi av viðurløgum. Hetta í tøttum samstarvi við Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum síðan 1. mars 2022 hevur havt ábyrgdina fyri samskiftinum, avtalum og dagligu umsitingini sum heild.

17. desember 2022
Helle Thede Johansen, forkvinna
Niels Jákup Thomsen, næstformaður
Steintór Rasmussen, stjórnarlimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo