Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Havnar Hornorkestur: Hósdagin 25. apríl skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi.

Skrúðgongan byrjar kl. 15 frá skúlagarðinum við Sankta Frans Skúla, har skótarnir í Havn marsjera saman við hornorkestrinum omaneftir Niels Finsens gøtu og oman á Vaglið.

Jón Hestoy
Flaggdagshaldið verður uttan fyri Gamla Bókahandil, og flaggdagsrøðari í ár verður Jón Hestoy. Jón Hestoy er av Tvøroyri og búsitandi á Argjum. Jón Hestoy er svimjari og hevur í síni tíð sum kappsvimjari m.a sett átta donsk met í svimjing í 80’unum. Jón Hestoy hevur verið formaður fyri Svimjisamband Føroya í 15 ár og varaforseti í ÍSF i 6 ár. Í sínum dagliga yrki, er Jón Hestoy stjóri og eigari av prentsmiðjuni Føroyaprent.

Flaggdagshald var á fyrsta sinni hildið á Vaglinum í Havn í 1941, og so aftur í 1942. Síðan kom steðgur í til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók táttin uppaftur. Havnar Hornorkestur hevur síðani skipað fyri flaggdagshaldi á hvørjum ári síðani 1947. Hetta er ein siðvenja, vit seta eina æru í at halda fram við, og vit gleðast um, at tað altíð eru nógv fólk, sum hátíðarhalda dagin og merkið saman við okkum, sigur Rebekka Hjørleivsdóttir, forkvinna í Havnar Hornorkestri.

Sum nakað serligt í ár hevur Havnar Hornorkestur vitjan av Skanderborg Brass Band. Flaggdagshaldið endar við einari uttandura konsert, har bæði hornorkestrini spæla.

Næsta stóra tiltakið, sum Havnar Hornorkestur luttekur í, er árliga Musikkstevnan, sum í ár verður í Fuglafirði dýra biðidag 26. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo