Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Flaggdagshald verður í Havn 25. apríl við skrúðgongu, flaggdagsrøðu, hornorkestri, flaggdagsrenning og framsýning av ellisakførum.

Skrúðgongan byrjar kl. 15, tá skótarnir í Havn marsjera saman við hornorkestrinum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen og síðan eftir Niels Finsens gøtu oman til Ráðhúsið.

Flaggdagshaldið verður hildið framman fyri Ráðhúsið. Røðari í ár verður Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur í Hoyvík og Kaldbak.

Sum siður er, sýna limirnir í Føroya Ellisakfør fram akfør síni í Tórsgøtu og Vágsbotni frá umleið klokkan 14. Akførini koyra í raðfylgju inn í býin frá klokkan 13 og enda í Vágsbotni og Tórsgøtu.

Frá klokkan 16 er barnarenning, kapprenning og heilsurenning á Kongabrúnni. Les meira um flaggdagsrenningina á heimasíðuni hjá Bragdinum.

Vælkomin til flaggdagsrenningina 2023 (bragdid.fo)

Ferðsluavmarkingar á flaggdegnum
Í sambandi við flaggdagshaldið eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum frá klokkan 14 til 17. Broytingar eru eisini á leið 2, meðan flaggdagsrenningin fer fram Yviri við Strond.

Nærri kunning um ferðsluna finnur tú her:

Vegir stongdir á flaggdegnum týsdagin 25. apríl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo