Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Vinna

Átta frystilínuskip fiska við Føroyar og tvey við Ísland. Ísfiskalínuskipið fer væntandi út um vikuskiftið. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.  Fiskaríið er brúkiligt bæði við Føroyar og Íslandi.

Streymurin verður ikki tann besti og veðrið verður eisini óstøðugt, so tí vænta vit ikki nógvan útróður. Bátarnir hava brúkiligt fiskarí.

Tríggir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Væntandi fer onkur avstað í vikuskiftinum. Væntandi landar ein, møguliga tveir, í vikuni.

Bara tvey pør eru til fiskarí. Tað eina parið hevur mest tosk og kemur at landa mánadagin. Fleiri fara avstað tá veðrið batnar.  

Allir trolbátarnir liggja við bryggju. Teir fara út, tá veðrið batnar.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Væntandi landa øll í vikuni.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #