Eitt gott umdømi er skjótari at missa enn at vinna
- Walter E. Williams

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt gott umdømi er skjótari at missa enn at vinna
- Walter E. Williams
Bøkur

Innsent: Í dag kemur onnur bók í røðini Dialogar eftir heimspekingin Platon út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út.

Talan er um aðru bók av trimum í eini røð við dialogum eftir Platon.

Dialogar Platons hava havt eina djúptøkna ávirkan á heimspeki og hugsan í Vesturheiminum, og bókmentaliga dygdin setur teir millum fremstu verkini í fornøld, og er óloysiliga knýtt at heimspekiliga virki Platons.

Platon skrivaði ikki heimspekiligar ritgerðir, men dialogar, tvírøður. Sjálvur er Platon ongantíð við í samtaluni, men heldur seg aftanfyri sum rithøvundur. Tað er Sokrates, lærumeistarin hjá Platoni, ið hevur orðið. Í hesi aðru bókini eru fýra tvírøður:

  • Timaios

  • Kritias

  • Filebos

  • Protagoras 

Sokrates og samrøðufelagar hansara skifta orð um eina røð av heimspekiligum økjum í hesum fýra dialogunum.

Ein týðandi kjarni í dialogunum er, at teir eggja lesaranum til at hugsa sjálvur og umhugsa tað, sum orð verður skift um. 

Hetta er seks og tjúgunda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.

Heiðursgáva landsins fall Eilifi Samuelsen í lut, tá ið Mentanarvirðislønir landsins 2023 vórðu handaðar. Heiðursgávan er latin týðaranum fyri arbeiðið at flyta klassiskar heimsbókmentir á føroyska tungu.

Bókin er 311 bls. Onnur bók í røðini Dialogar fæst til keyps í bókabúðum og á www.hemlid.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #