Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyingar fylgja væl við talgilda rákinum. Tað sæst á nýgga søluportalinum nethandlar.fo, sum hevur savnað omanfyri 100 føroyskar nethandlar á sama stað. 
Har kanst tú keypa alskyns vørur til dyrnar, tí vøruúrvalið fevnir breitt og umfatar bøkur, mat, tøkni, klæðir og annað.

"Føroyskir nethandlar hava verið torførir at finna, og ofta er tað bert tí at onkur tilvildarliga hevur umrøtt onkran nethandil, at man veit av, at hann er til," sigur Katrin Joensen, sum er stigtakari til nýggja søluportalin.

Tað er helst til fyrimuns fyri keypara, at hava eitt stað, ið veitir neyvt yvirlit yvir úrvalið, sum finst í Føroyum. Somuleiðis gongur ofta skjótari at fáa sína vøru, tá ein keypir frá føroyskum nethandlum. Fleiri nethandlar veita eisini møguleika fyri, at keypari heintar vøruna sjálvur, og harvið sparir keyparin postgjaldið.

"Tað kostar onki fyri eigaran, at hava sín nethandil á nýggja portalinum, og talið er tí eisini vaksið støðugt seinastu dagarnar. Einasta krav er, at nethandilin hevur eina webshop loysn við keypskurv, tí tað veitir keyparanum trygd fyri at keypta vøran er tøk og ávegis til kundan, so skjótt goldið er.
Harumframt veitir portalurin møguleika hjá nethandlunum at varpa ljós á sínar vørur undir yvirlitinum, har potentiale fyri sølu er stórt, tí kundin helst hevur keyp fyri eyga, tá hann leitar sær inn á síðuna."

Nýggi portalurin setir eisini sjóneykuna á eitt spírandi netverk av føroyskum nethandlum: "Í Føroyum eru nógv okkara von at keypa á útlendskum nethandlum, og tað er helst bert ein spurningur um tíð áðrenn altjóða nethandilsrisar gerast tøkari í Føroyum. Tí er helst týdningarmikið, at varpa ljós á staðbundnu handlarnir og veita føroyskum kundum góðar vanar, so føroyska vinnulívið stendur sterkari í framtíðini," sigur Katrin Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo