

Fleiri sjálvmorðsdronur hava tíðliga í morgun rakt ukrainska høvuðsstaðin Kyiv.
Tað boða ukrainskir myndugleikar frá, og teir siga eisini, at talan er um harðligari álop hesaferð enn herfyri, tá 19 fólk lótu lív í eini líknandi atsókn.
Álopini skulu vera hend miðskeiðis í býnum, har sum ein djóragarður eisini er. Nógvir íbúðarblokkar og eisini forsetabústaðurin er har nærhendis.
Enn er onki frætt frá, hvussu stórur skaðin er, ella um álopini hava kravt mannalív.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo