Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Í fjør vórðu sløk 14-túsund rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er 1% færri enn í 2021. Av fastognarskjølum, ið eru nógv tey flestu, var vøksturin 7%, meðan tað var ein stór minking í tinglesingini viðvíkjandi akførum við 26%.

Áðrenn fíggjarkreppuna var talið av tinglýsingum støðugt veksandi til tað mesta í 2008 við 22-túsund. Men so fór tað næstan niður í helvt árið eftir og minkaði niður 9.500 í 2012. Vaks síðani spakuliga aftur, og síðstu 8 árini hevur talið av tinglesingum verið millum 12- og 14-túsund. 

Tinglýsing er almenna skrásetingin hjá avvarðandi landsmyndugleika av rættindum yvir fastari ogn, so sum húsum o.ø. bústøðum, grundstykkjum og jørð, servituttum, akførum og ymiskum leysafæ.

Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti o.o. ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnarsáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ o.a. 

Tinglýsingin varð fyrisitin av danska Domstolsstyrelsen fram til 2006. Tá kom tinglýsingin undir Innlendismálaráðið, fyri síðani 1. juni 2007 at gerast ein partur av Umhvørvisstovuni.

Nógv flestu tinglýstu skjølini eru viðvíkjandi fastognum, so sum skeytum o.ø. ognarheimildarskjølum, lániskjølum o.ø. viðv. fastogn. Hesi eru økt upp í 79% av øllum. Lániskjøl o.a.. viðv. akførum eru fækkað til 19%, og síðstu 2% eru viðvíkjandi leysafæ. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo