

Flestu málini hjá Rættarhjálp Føroya snúgva seg um arv og fasta ogn. Tað sæst í ársfrágreiðingini.
Í fjør vórðu 14 nýggj mál stovnað, og trý teirra vórðu eisini gjørd liðug í fjør.
Fleiri kvinnur enn menn venda sær til Rættarhjálpina, lutfallið er 55% kvinnur og 45% menn.
Umframt arv og fasta ogn spyrja fólk eisini nógv um skilsmissu og viðurskifti sum hava við arbeiðsmarknaðin at gera.
Rættarhjálp Føroya fór undir virksemið í 1996. Tilsamans 20 fólk, mest løgfrøðingar, arbeiða hjá Rættarhjálpini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo