Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Fyri føroysku flogbóltskvinnurnar gjørdist lutakasti í Evropa League í 2024, har kvinnurnar luttaka í Silver League, eitt sindir av einum vónbrotið - tó við spennandi glottum.

Nøkur lond ganga aftur frá Silver League í ár og nøkur nýggj mótstøðulið eru. 

Føroyska kvinnuliðið leggur fyri í Montenegro 17. - 19. mai 2024, har tær leika ímóti Montenegro og Georgia. Føroyska liðið, sum liggur nr. 37 á evropiska styrkilistanum, vann í ár ímóti Georgia, sum liggur nr. 32 á styrkilistanum. Spennandi verður at síggja, um kvinnurnar megna at endurtaka bragdið. Montenegro, sum eisini var eitt av mótstøðuliðunum í ár, er sterkari mótstøða. Liðið liggur nr. 23 á styrkilistanum hjá CEV.

Næsta umfarið verður 24. - 26. mai í Luksembourg, har mótstøðuliðini eru Ungarn og Luksemborg. Liðið úr Luksembourg liggur eitt pláss frammanfyri Føroyar, so her bíðar ein spennandi dystur. Ungarn hinvegin er nr. 25 á listanum, so her er talan um sterka mótstøðu.

Síðsta umfarið hjá føroysku flogbóltskvinnunum verður 7. - 9. juni í Føroyum. Her koma Bosnia og Hersegovina og Finnland á vitjan. Á pappírinum er Bosnia og Hersegovina sterkasta liðið í kappingini. Tær liggja nr. 15 á evropiska styrkilistanum. Finnland er nr. 27 á styrkilistanum.

Í hesi kappingini skal føroyska liðið helst leggja seg eftir at fáa góð úrslit ímóti Georgia og Luksemborg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo