Vinstriflokkurin, Liberal Alliance og DF vilja hava vinnumálaráðharran Morten Bødskov at kanna, hví Ruslands Hus í Keypmannahavn heldur fram við sínum virksemi, tá tað stendur á sanksjónslistanum hjá ES.
Ruslands Hus er danska deildin hjá felagsskapinum Rossotrudnitjestvo, sum er undir russisku sendistovuni.
Kortini so fær felagsskapurin 27.000 krónur um mánaðin í stuðli, skrivar Jyllands-Posten sambært DR.DK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo