Formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, heldur, tað er vert at umhugsa um tað loysir seg longur hjá Tjóðbankanum at hava kursin á Krónuni fastlæstan mótvegis kursinum á felags europeiska gjaldoyranum, Evruni.
- Vit noyðast at kjakast um pengapolitikkin, og um fyrimunirnir av fastkurspolitikkinum framvegis eru størri enn vansarnir, sigur Kristian Thulesen Dahl við Altinget.
Ein avleiðing av at krónan fylgir evruni er lágu renturnar, sum hava elvt til vaksandi prísir á sethúsum og býlum, og stúrt verður fyri eini sonevndari bløðru sum kann fara at bresta við vanlukkuligum avleiðingum.
Krónan bleiv fyri 40 árum síðani løst fast við Evruna, tí at Danmark var illa plágað av inflatión og krónuvirðið varð fleiri ferðir niðurskrivað.
Men ikki øll eru samd við formannin í Danska Fólkaflokkinum. Framsøgufólkið í búskaparmálum hjá danska Javnaðarflokkinum, Christian Rabjerg Madsen, sigur, at tað hevði ikki verið skilagott at slept fastkurspolitikkinum, tí so kunnu skjótt somu trupulleikar stinga seg uppaftur, sum vóru áðrenn politikkurin kom.
- Hesin politikkurin er fundamentið undir einum sunnun búskapi, sigur hann millum annað við Altinget.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo